
25. oktober 2025
8 ting tú skalt vita um harðskapin í Nigeria
Hvat er tað, sum hendir í Nigeria? Harðskapurin móti kristnum er ógvusligur og við mongum og títtum álopum á bygdir spaðast rangir upplýsingar lættliga.
Tí hava vit her savnað 8 viðurskiftir viðvíkjandi harðskapinum í Nigeria, sum tað er týdningarmikið at vita um — og hvussu tú kanst gera ein mun.
1. Kristin eru undir álopi
Fleiri islamistiskir bólkar hava brynja seg almikið í Nigeria – serliga í norðara parti av landinum, har meirilutin av fólkinum eru muslimar. Millum bólkarnar eru Boko Haram og Vesturafrikadeildin hjá Islamiskum Stati (ISWAP). ISWAP hevur samband við somu víðgongdu bólkar og ideologi, sum hertóku partar av Sýria og Irak fyri 10 árum síðan. Bæði Boko Haram og ISWAP ynskja at grunda eitt islamiskt ríki, har einans teirra víðgongda tulking av islam er loyvd.
Seinastu árini eru aðrir, minni kendir islamistiskir bólkar eisini farnir at virka í nýggjum økjum longur suðuri í Nigeria.
Harumframt hava radikaliseraðir og vápnaðir limir úr etniska Fulani bólkinum skapt óskil og lógloysi í miðbeltinum í Nigeria, har nógv kristin búgva.
Hesir hernaðarligu bólkar standa aftanfyri ógvusligan harðskap og álop á bygdir, sum á hvørjum ári elva til, at túsundtals kristin vera dripin, og at milliónir verða rikin frá húsi og heimi. Nógv av teimum flýddu búgva nú í flóttafólkalegum undir ræðuligum korum.
Presturin Barnabas er ein av teimum sum eru flýdd inni í Nigeria; hann býr nú saman við familju síni í einum lítlum tjaldi í eini flóttafólkalegu. Hoyr søguna hansar á leinkjuni niðanfyri:
2. Stórir regionalir ójavni
Harðskapurin er verri í summun økjum enn í øðrum. Meginparturin av harðskapinum fer fram í norðaru pørtunum av landinum, men eisini, um enn í minni mun í miðbeltinum. Longur suðuri har nógv kristin búgva uppliva tey ikki harðskap – til dømis í Lagos, fólkaríkasta býnum í Afrika sunnan Sahara. Men gongdin er tó tann, at harðlig álop í alsamt størri mun henda eisini í sunnaru statunum har tey kristnu eru í meiriluta.
3. Nógvir tættir spæla inn
Ein hópur av ymsum tættum er upp á spæl í Nigeria, men ein týðandi táttur er vald og ræði: ekstremistarnir vilja hava ræði á landaøkjunum og fólkunum, sum har búgva. Ein annar tættur er fátækradømi – um tú næsta onki eigur, er lættari at radikalisera teg.
Hjá fulani-fólkinum, sum fyri tað mesta eru nomadiskir hirðar, spælir vantandi tilfeingi ein størri leiklut. Bólkar av hirðum flyta neyt síni longur og longur suðureftir í roynd at finna beiti og fruktbara jørð. Av hesum standast ósemjur og trætur, tá teir koma til økir, har kristin eiga meginpartin av landbúnaðarjørðini.
Partar av fulani-ættarbólkunum eru radikaliserðir av islamistiskari hugsjón, sum rættvísger kúgan og harðskap móti teim kristnu.
4. Álopini eru beinleiðis rættað móti kristnum
At harðskapurin hevur so mangar tættir førir stundum til tað skeivu hugsan, at hann ikki kemst av átrúna, og at kristin ikki verða rakt vegna trúgv sína. Hagtøl og vitnisburðir vísa tó eitt heilt greitt annað mynstur.
Boko Haram og ISWAP hava fleiri ferðir týðiliga útpeika tey kristnu sum álopsmál síni. Afturat hesum greiða mong offur fyri fulani-álopum frá, at álopsmenninir ikki bert rópa “Allahu Akbar”, sum merkir “Gud er hin størsti”, men eisini at “Vit vilja útrudda øll kristin”, tá ið teir gera álop.
Sambært “Observatory for Religious Freedom in Africa”, sum hevur savnað dátur um civilan harðskap og dráp í Nigeria, eru gongdin greið: Um hugt verður lutfalsliga at fólkatalinum, so verða verða fleiri kristin dripin av ekstremistum í norðaru statunum enn muslimar. Ert tú kristin, er vandin fyri at vera dripin 6,5 ferðir størri og 5,1 ferðir størri fyri at verða burturførdur enn um tú ert muslim.
5. Hetta fer ikki bert fram í Nigeria
Islamistiskur harðskapur fer fram í mongum afrikanskum londum. Islamistarnir útnytta ósemjur, fátækradømi og manglandi støðugleika í londum sum Sudan og Eritrea í eystri, Niger og Burkina Faso í vestri, DL Kongo í Miðafrika – og heilt suðuri í Mosambik.
Motiv og dagsskráir kunnu vera ymsar frá landi til land, men tó við einum reyðum tráði: islamistisk hugsjón um at taka ræðið. Tí forfylgja teir kristnum og øllum øðrum, sum ikki stuðla hugsjónum teirra.
Sum tað landið, har flest kristin verða dripin ella rikin frá heimum sínum vegna trúgv, er Nigeria tó miðdepilin fyri hendan víðgongda harðskap.
6. Nigerianarar hava mist álitið á stjórn síni og á rættarskipanini
Myndugleikarnir í Nigeria hava javnan handtikið og sett limir í Boko Haram og ISWAP fyri rættin, men illa gongur at sláa niður á fulani-militantarnar.
Mangir nigerianarar, sum hava verið fyri harðskapi, hava mist vónina um at gerningsmenninir nakrantíð verða revsaðir. Teir hava aftur og aftur sæð harðskapsmenn sleppa órevsaðar – ella sæð teir, sum eru undir illgruna, verða handtiknar, bert fyri stutt seinni at verða leyslatnar.
7. Vit mugu lurta eftir ofrunum
Hagtøl og dátur røkka ikki longri enn eitt vist til at fata harðskapin. Fyri at skilja ógvusligu fylgjurnar, sum harðskapurin hevur á lív teirra, mugu vit lurta eftir vitnisburðunum hjá ofrunum.
Tey, ið hava yvirlivað deyðilig álop, greiða frá brutalu framferðini hjá Boko Haram og ISWAP. Og burturførd kristin lýsa, hvussu teimum varð sagt, at høvdu tey bert verið muslimar, so vóru tey ongantíð pínd – og at einasta leiðin úr líðingini var at játta seg sum muslim.
Sum part av átakinum “Reis teg, Afrika”, har vit í seks ár hava sett ljós á harðskapin, sum kristin sunnan Sahara eru fyri, kanst tú lesa vitnisburðir hjá teim kristnu á leinkjuni niðanfyri:
Rejs dig Afrika — Open Doors Danmark
8. Tú kanst gera mun
Umframt at lurta eftir vitnisburðunum kanst tú eisini gera mun við tíni undirskrift. Sum partur av átakinum “Reis teg, Afrika” savna vit undirskriftir, við áheitan um verju, rættvísi og endurreisn.
Við at skriva undir ert tú við til at gera altjóða samfelagið varugt við trupulleikarnar og at eggja til handling.
Skriva undir her.

Tíðindi

Grødd eftir ræðuleikar
Aftaná at Rikfatu var rænd og harðliga neyðtikin, gjørdist hon vónleys. Takkað veri umsorganini og samkensluni...

Hvør er støðan hjá Open Doors til amerikansku hóttanina um hernaðarlig tiltøk?
Nú forfylging av kristnum í Nigeria er komin í brennidepilin í mongum miðlum, eftir tað sum Trump segði í viku...

ISIS hóttir í Afrika
Vit ynskja hvørki at skapa ótta – ella at fremja islamistiska propaganda. Tá vit tó skriva hetta uppslagið, er...