Ferðir

“At tú vitjaði okkum, er eitt tekin um Guds kærleika.”
Hevur tú hug at koma við á eina ferð, sum styrkir tína egnu trúgv á Jesus og er ein eggjan til kristin, sum verða forfylgd? Ein av okkara fyrrverandi ferðandi segði eftir ein slíkan túr:
“Á ferðini møtti eg fólki, sum fylgja Jesusi hóast forfylging. Tað var fantastiskt at kunna eggja teimum, og dirvi teirra gevur mær framvegis íblástur.”
Ert tú áhugaður í møguliga at koma við á eina slíka ferð ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.