
Um okkum

Síðan 1955
Søga
Open Doors er ein missiónsfelagsskapur, sum stuðlar forfylgdum kristnum í londum, har tað er skipað forfylging av kristnum minnilutum. Kristna forfylgingin hevur nógv andlit og tekur støði í menningartrýsti, sosialari avbyrging, harðskapi og í ringasta føri drápi.
Arbeiði byrjaði byrjaði við stovnara okkara Brother Andrew í 1955, sí søguna á egnari síðu.
OKkara missión
Open Doors savnar stuðul til tey forfylgdu og heldur eyga við, hvussu forfylgingarstøðan broytist kring heimin. Vit byggja brúgv millum forfylgdu kirkjuna og teg, so tú kanst vera við til at gera ein veruligan mun fyri kristnar familjur, sum liva undir stórum trýsti.

Hvussu vit hjálpa
Open Doors arbeiðir í fleiri enn 70 londum, og veitir har bíbliur, útbúgvir kirkju- og samkomuleiðarar, veitir ítøkiligan stuðul og neyðhjálp og stuðlar kristnum, sum verða forfylgd ella eru fyri mismuni vegna trúgv sína.
Støðir okkara í 25 londum arbeiða fyri at økja um tilvitanina um forfylging í heiminum, mobilisera bøn, stuðul og tiltøk millum kristin.