#8 Pakistan

Harðskapur
98%
Privatlív
80%
Familjulív
83%
felagskapslív
90%
Tjóðarlív
90%
Kirkjulív
77%
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan, diktatoriskt paranoia, ættarbólkakúgan, skipaður kriminalitetur og korruptión
Tal á íbúgvum
249,9 mió
Tal á kristnum
4,5 milliónir
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Shahbaz Sharif, forsetismálaráharri
Støða
87%

Sum minniluti í Pakistan eru kristin útsett fyri mongum avbjóðingum, líka frá dagligum mismuni til hóttanir um lívshættisligan harðskap.

Tær illgitnu gudsspottanarlógirnar í Pakistan verða alsamt meira brúktar til at ræða kristin og aðrar trúarminnilutar. Ofta verða tær brúktar móti trúgvandi undir ósemjum, sum hava við okkurt heilt anna at gera – eitt nú ósemjur um jørð. Ein  slík ákæra kann elva til harðskap frá fólkhópum móti ofrunum, familjum teirra og móti restini av kristna samfelagnum. Veika stjórnin og vaksandi ávirkanin av víðgongdum islamiskum bólkum ger, at kristin hava avmarkaða verju frá lóg og løgreglu, sum kemur afturat sárbæri teirra.

Flestu kristin eru av eini ætt av kastuleysum sóparum, sum áhaldandi eru fyri skipaðum mismuni. Nógv teirra liva í fátækradømi, fangaði í eini óndari ringrás sum bundin arbeiðsmegi, í útryðjuni av pakistanska samfelagnum.

Tað kann hava álvarsamar avleiðingar tá kristin av muslimskari bakgrund velja at fylgja Jesusi. Hesar hóttanir koma frá familjum og radikalum islamiskum bólkum, sum síggja umvending sum eina skammiliga svikagerð.


Tey flestu kristnu búgva í Punjab-landslutinum – har mest forfylging fer fram. Men landsluturin Sindh er illgittur fyri at vera eitt heitt stað fyri bundna arbeiðsmegi, sum rakar nógv kristin. Tað eru færri kristin í tveimum øðrum landspørtum í Pakistan, Khyber Pakhtunkhwa og Balochistan, men teirra einsemi ger, at tey eru meira útsett fyri harðskapi.

Open Doors stuðlar fleiri samstarvsfeløgum í økinum, sum arbeiða gjøgnum kirkjur fyri at hjálpa forfylgdum trúgvandi. Tað arbeiðið fevnir um útbúgving, heilsu- og hjálpararbeiði, bíbillesna, leiðsluútbúgving og verkætlanir til at hjálpa fólki til at fáa sær eitt livibreyð.

Lógirnar um gudsspottan í Pakistan ávirka framvegis tey kristnu. Bið fyri teimum, sum eru órættvíst ákærd fyri gudsspottan og bið um, at Gud hjálpir teimum at sleppa undan fongsli ella hóp harðskapi.

Nógv pakistansk kristin noyðast í lítismett størv orsakað av at tey fylgja Kristusi. Bið um, at hesi trúgvandi verða hildin uppi og kenna sítt virði.

Stríðið millum Pakistan og India í seinastuni gjørdi, at tey trúgvandi báðum støðum vóru fylt við ótta. Takk Gudi fyri, at vápnahvíld hevur hildið, og bið um, at Guds fullkomni friður skal ráða.