
#10 Iran
Forfylgingin
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan, diktatoriskt paranoia, ættarbólkakúgan, kirkjulig atsókn
Tal á íbúgvum
90,4 mió
Tal á kristnum
0,8 mió
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Ayatollah Ali Khamenei
Støða
87%
Hvussu sær forfylging út?
Kristin í Iran eru hart og systemiskt kúgað, nú myndugleikarnir royna at lúka út tað, sum teir síggja sum eina hóttan frá Vesturheiminum um at undirgrava teirra islamska stýri.
Umvend frá islam eru fremst í skotlinjuni. Tað er vanligt at húskirkjur verða álopnar. Aftaná koma ofta handtøkur, avhoyringar, trýst um at leka upplýsingar um onnur trúgvandi og langtíðarfongsulsrevsing. Tað vanliga eru ákærur um brot á ‘tjóðartrygdina’. Umstøðurnar í fongslinum eru ræðuligar og trygdarveðhaldsupphæddirnar kunnu vera ófatuliga høgar, so tað er fíggjarliga lemjandi fyri familjur. Tá tey trúgvandi, verða leyslatin, fylgja vanliga við strangar treytir, so sum útlegd til ein annan part av Iran, ella sjálvsensur. Tey kunnu eisini møta fíggindaskap frá familjum og lokalsamfeløgum. Á hvørjum ári flýggja túsundtals umvend úr Iran fyri at sleppa undan forfylging.
Tingið skundaði eisini eitt nýtt njósnaralógaruppskot ígjøgnum, sum innførir deyðarevsing fyri alt møguligt, og gevur stjórnini rúgvusmiklar heimildir at revsa misálit. Eftir stríðið millum Iran og Ísrael eyðmerkir stjórnin nú alment fólk sum eru umvend sum njósnarar og svíkjarar.
Hóast søguligu armensku og assyrisku kristnu samfeløgini eru viðurkend av landinum, verða tey viðgjørd sum borgarar í øðrum flokki, sum møta mismuni í starvi, hjúnabandslógum og arvalógum. Teimum er eisini bannað at brúka persiska málið í átrúnaðarligum virksemi og til átrúnaðarligt tilfar, og tey hava ikki loyvi at vera saman við persisktmæltum fólki í gudstænastum. Útlendsk kristin eru fyri gransking, har nakrar kirkjur hava stongt, eftir at fólk sum eru umvend frá islam vóru komin til møtir.


Umvend frá islam møta størsta vanda. Meðan eftirlitið hjá stjórnini er størst í býarøkjum, fáa trúgvandi í býum ágóðan av betur at kunna vera anonym, sum ger, at tey kunnu savnast við minni eftirliti frá teirra samfelagnum. Umvent, meðan tey trúgvandi á bygd uppliva minni beinleiðis eftirlit frá myndugleikunum, er eftirlitið, tey fáa frá lokalum, sterkari.

“Eitt blankt pappír varð lagt fyri meg, og ein djúp rødd segði: ‘Um tú skrivar her, at tú angrar at tú ert kristin og at tú vilt venda aftur til islam, so kunnu vit hjálpa tær at sleppa undan rættinum.’ Eg tagdi eina løtu og segði so róliga: „Hatta er ikki ein játtan, hatta er ein tvingsilslygn. Eg fari ikki at skriva nakað niður, sum eg ikki trúgvi.“”
Hóast harða forfylging frá myndugleikunum fyri sína trúgv, eitt nú avhoyring, so tænir “Shima” framvegis í eini húskirkju, hjálpt av stuðli frá lokalum samstarvsfeløgum hjá Open Doors.
Hvat ger open doors fyri kristin í Iran
Samstarvsfelagarnir hjá Open Doors arbeiða í grannalondum fyri at hjálpa iranskum trúgvandi við útbúgving, lærusveinaskapi, skaðarøkt og tænastu á netinum. Open Doors skipar eisini bønarstuðul til kristin í Iran.

Bið fyri iran
Í kjalarvørrinum av stríðnum við Ísrael siga nógv iransk kristin frá enn harðari viðferð frá myndugleikunum. Bið um, at Gud skal lætta um hesar spenningar.
Loyniligar kirkjur vaksa, men tær eru altíð í vanda. Biðið fyri teimum trúgvandi, sum seta alt upp á spæl fyri at savnast og tilbiðja.
Talið av kirkjuleiðarum, sum eru fongslaðir í Iran, vaks sera nógv í ár. Bið um, at tey sleppa leys og fáa troyst Heilaga Andans.