WORLD
WATCH LIST

Um World Watch List

Hví varð World Watch List stovnað?

Eftir fallið av Jarnteppinum í november 1989, varð meiri orka til at víðka arbeiðið til onnur lond, har kristin vórðu forfylgd.

Leiðslan hjá Open Doors setti ein persón

Eitt einfalt spurnarblað fyri at meta um forfylgingarstøðið í heiminum varð ment. Hetta var grundarlagið undir fyrsta World Watch List, sum kom út í januar 1993.

Hvørja søgu sigur World Watch List okkum um tey seinastu 30 árini? 

Seinastu 30 árini hevur World Watch List víst okkum, at forfylgingin spreiðir seg. Vit síggja hetta í talinum av londum, sum, sambært okkara mannagongdum, fáa minst eitt minimumsvirði fyri forfylging.

Forfylgingin er eisini herd. Miðalstigið fyri Topp 50 londini fyri tann fyrsta WWL 1993 og seinasta WWL 2025, er økt við meira enn 25%.

Tað, sum World Watch list vísir

Umframt forfylging í kommunistiskum og islamiskum londum, vísir World Watch List á forfylging av kristnum í buddhistiskum og hinduistiskum londum, t.d. Bhutan, Myanmar, Sri Lanka, India og Nepal. Tað vísir, hvussu samansett forfylging er:

Forfylging hevur ikki altíð harðskap við sær. Hon kann eisini vera meiri sofistikerað, og virka gjøgnum alskyns trýst í dagliga lívinum hjá kristnum.

Hvussu fáa vit upplýsingar um lond við trygdartrupulleikum?

Vit finna altíð ein hvønn hátt til at fáa fatur í upplýsingunum, men mugu mangan halda tað loyniligt fyri at verja keldurnar.

Vit máta framvegis somu viðurskiftini, sum vit gjørdu at byrja við, men hava betrað um amboðið, sum vit máta við, og harvið eisini dáturnar, sum vit savna inn, og gagnnýta tær betri.

Viðvíkjandi amboðnum, hava vit professionaliserað mannagongdina við at brúka 4 ymsar svarmøguleikar til spurningarnar í spurnarblaðnum, og við at skipa spurningarnar eftir ymiskum økjum. Viðvíkjandi dátunum, hava vit ment metingarstøðið fyri virksemið hjá Open Doors og teirra netverk í slíkum londum, og fyri nær serfrøðingar, uttanfyri Open Doors verða tiknir við. Meira enn 4000 persónar eru við í framleiðsluni av World Watch list.

World Watch List er álítandi, tí mannagongdin vísir, hvussu nágreinilig og neyv gransking liggur undir. Mannagongdin verður eftirkannað av høgt virdu serfrøðini hjá International Institute of Religious Freedom. Stovnurin varð stovnaður í 2007, við tí endamáli at fremja trúarfrælsi fyri allar trúaráskoðanir frá akademiskum sjónarhorni.

Hvat hevur verið størsta hóttanin móti kristindóminum í londunum á World Watch List?

Størsta hóttanin móti kristindóminum, sum framgongur av World Watch List er, at forfylging førir til einsemi, og heldur hon á óavbrotið, kann hon elva til vónloysi. Hetta er galdandi fyri harðskap. Harðskapur kann leiða til álvarsaman persónligan sálarligan skaða og miss av øllum, sum ein hevur brúk fyri, til at yvirliva. Tað er eisini galdandi fyri støðugt trýst, so sum happing í skúlum og miss av arbeiði, ið eisini kann vera traumatiserandi og leiða til álvarsamar fíggjarligar trupulleikar.

Hóast hetta siga sera nógv, sum svara okkara spurnarblað, at størsta hóttanin kemur ikki uttanífrá, men innanífrá kirkjuni: “Verður næsta ættarlið fyrireikað til ta slag av forfylging, sum vit eru vitni til?” “Eru tey sterk í teirra trúgv og kenna tey Kristus og evangeliið væl?”

Hetta vísir, at mótstøðuføri kirkjunnar er eins avgerandi fyri framtíðina hjá kirkjuni í einum landi, sum støðið av forfylging. So, størsta hóttanin móti kirkjuni í londum við forfylging, er minkandi mótstøðuføri orsakað av óavbrotnari forfylging og kensluni av at vera svikin av restini av likami Kristusar.

Hvussu hevur World Watch List ávirkað royndirnar hjá forfylgdum kristnum?


World Watch List stuðlar missiónini hjá Open Doors um at tryggja, at eingin líður forfylging einsamallur, við at standa saman við teimum og á mongum støðum og á mongum pallum vera røddin hjá teimum, sum ikki hava rødd.

Vit seta álit okkara á, at arbeiði okkara eggjar forfylgdum kristnum, tá tey hoyra og skilja, at neyð teirra er ikki ósædd – men tvørtur í móti sædd av mongum kring heimin.

Hvat hava vit lært av forfylgdu kirkjuni gjøgnum 30 ár?


Vit hava lært nógv av forfylgdu kirkjuni seinastu 30 árini: