
#1 Norður Korea
Forfylgingin
Uppruni til forfylging
Diktatoriskt paranoia og kommunistisk kúgan
Tal á íbúgvum
26,3 mió
Tal á kristnum
400.000
Høvuðsátrúnaður
Agnostisisma
Leiðari
Kim Jong-un
Støða á WWL
97%
Hvussu verða tey forfylg?
Norðurkorea er óivað tað hættisligasta stað á jørðini at fylgja Jesusi. Um onkur verður funnin at vera kristin, eru avleiðingarnar ófatuliga ógvusligar: antin fongsulsrevsing í einari av teirra illgitnu arbeiðslegum, við lítlari vón um at sleppa leysur, ella avrætting beinanvegin. Sama lagna bíðar helst øðrum familjulimum.
Meðan kirkjubygningarnir, sum eru sýndir fram í høvuðsstaðnum Pyongyang, kunnu geva ábendingar um eitt sindur av tolsemi, so er hetta propaganda. Veruleikin er heilt ein annar. Kristindómurin hevur einki pláss í Norðurkorea, eitt land, har heiður einans skal beinast ein veg: móti Kim-stýrinum. Við vaknum eygum allastaðni – eisini frá grannum og familju – kann sjálvt minsta ábending um tilbiðjan av Jesusi hava øgiligar avleiðingar. Merkisvert er tó, at hóast hetta so savnast tey trúgvandi, men í allari loynd og í stórum vága.
Seinastu árini eru umstøðurnar versnaðar enn meira hjá teimum, sum í loynd eru trúgvandi í Norðurkorea. Hetta kemst í stóran mun av ‘anti-reaktioneru hugsanarlógini’, sum varð sett í gildi í 2020, sum gjørdi tað enn greiðari, at tað at vera kristin og eiga eina bíbliu verður mett sum eitt álvarssamt brotsverk. Lógin sýnir enn greiðari, hvussu stór hóttan landsins harðrenda stýri metir kristindóm at vera.


Heldur ikki norðurkoreanarar, ið eru flýddir av landinum, eru tryggir. Flóttafólk í øðrum londum, serliga í Kina, eru í vanda fyri at verða tikin og send heimaftur til ræðulig revsing. Kinesiskir njósnarar samstarva við norðurkoreanskar myndugleikar um at senda flóttafólk, eisini kristin, heimaftur. Verður tað avdúkað, at ein norðurkoreanari er vorðin kristin, hevur hoyrt evangeliið ella hevur havt samband við kristin, verður viðkomandi serliga hart revsaður.
Hvør er serliga útsettur fyri atsókn? Øll kristin í Norðurkorea eru serliga útsett fyri ógvusligari atsókn frá tí totaliteru stjórnarskipanini í landinum. Markið móti Kina hevur í áravís veri sera vandamikið, vegna støðugu ferðsluna av flóttafólki – og seinastu tiltøkini at verja markið hava gjørt tað enn torførari at flýggja.
Hoyr ein norðurkoreanskan kristnan
“Hóast hesar vandar, so er undirgrundskirkjan í Norðurkorea á lívi. Hon tilbiður ikki hart, men við teskaðum bønum og versum úr skriftini, sum eru lærd uttanat. Tey trúgvandi halda á at fylgja Kristusi í stillum dirvi, djúpari trúgv og vilja til at geva alt fyri evangeliið.”
Ein norðurkoreanskur kristin
Hvat ger Open Doors fyri at hjálpa teim kristnu í Norður Korea?
Open Doors roynir at styrkja tey, sum eru trúgvandi í loynd í Norðurkorea, í gjøgnum netverk uttan fyri landið. Hetta fevnir um neyðhjálp, kristið tilfar, kristnar útvarpssendingar umframt skjól og útbúgving til tey, sum eru flýdd úr landinum.

bið fyri NorðurKorea
Bið fyri Kim Jong-un og familju hansara. Bið Gud um at broyta hjørtu teirra – vitandi, at hann gjørdi tað sama fyri Paulus ápostul.
Trúarsamfeløg í Norðurkorea eru ofta smáar samkomur av familjum ella nærmastu vinum. Bið um, at Gud verja hesar vøkru samkomunar, og at hesi trúgvandi kenna Guds fullkomna frið.
Bið fyri teimum trúgvandi í Norðurkorea, sum eru rakt av manglandi mati, at Gud skal hjálpa teimum at finna tann matin, sum teimum tørvar. Bið um, at tey skulu fáa møguleika at skynsamliga bera evangeliið við at taka sær av øðrum í líknandi umstøðum.