#10 Afganistan

Harðskapur
30%
Privatlív
94%
Familjulív
95%
felagskapslív
95%
Tjóðarlív
98%
Kirkjulív
100%
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan, diktatoriskt paranoia, ættarbólkakúgan
Íbúgvar
43,3 mió
Tal á kristnum
Nøkur túsund
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Haybatullah Akhundzad
Støða
85%

Alment eru eingi lokal kristin í Afganistan. Kristindómur verður sæddur sum ein skaðilig vesturlendsk ávirkan; kristin tilbiðjan og virksemi er vandamikið. Trúgvandi seta sítt frælsi, lívsgrundarlag, familjur og lív í váða fyri sína trúgv.
Tað er ógjørligt at liva sum ein sjónligur kristin í Afganistan. At fara burturfrá islam er sætt sum vanæruligt, og trúarskiftingar verða noyddir at rýma úr landinum ella verða dripnir.

Síðani valdsskiftið eru nógvir afganar flýddir til miðasiatisku grannalondini. Tað er eisini galdandi fyri tey kristnu. Seinasta árið hevur Taliban eisini verið virkið í teimum londunum fyri at fáa afganskar statsborgarar heim. Tí eru afgansk kristin ikki neyðturviliga trygg, fyri tað um tey eru sloppin út úr Afganistan.


Marzia, ein kvinna í Afganistan, er ein av nógvum, sum býr í landinum. Marzia greiðir soleiðis frá: «Støðan í Afganistan er ein ruðuleiki. Má Harrin hava miskunn og frelsa hesi menniskju frá syndum teirra og leiða tey á beina kós. Tað er eingin onnur vón fyri Afganistan. Eg síggi, at hetta fólk ikki skilir hvat tað ger, men eg verið styrkt í trúnni.»

70-80 prosent av kvinnunum verða noyddar í tvungið hjúnaband við muslimskar menn. Kvinnur hava eisini lítið fíggjarligt og sosialt frælsi. Tær eru ofta útsettar fyri likamligum harðskapi og kunnu verða seldar sum trælir ella skøkjur. Tað er vanligt, at ærudráp rakar tey, ið hava borið skomm yvir familjuna.



Bið Gud um at verja loynilig kristin. Tað er ógjørligt at liva opið sum fylgjari av Kristusi. Bið um, at Harrin skal varðveita fólk sítt.

Biðið um at Gud skal nema hjørtuni harðrendu stjórnin hjá Taliban, sum situr við valdinum. Bið um, at tey síggja sannleikan um kærleika Jesusar. Biðið um, at tey, sum sita í fongsli vegna sína trúgv, verða vard og leyslatin.

 Bið fyri túsundtals afghanskum flóttafólkum, har mong teirra nú búgva í londum, har tað eisini er hættisligt at fylgja Jesusi. Bið Gud hjálpa teimum at finna felagsskap og vón, eins og nógv hava mist heim og felagsskap.