#5 Eritrea

Harðskapur
80%
Privatlív
87%
Familjulív
89%
felagskapslív
93%
Tjóðarlív
95%
Kirkjulív
95%
Uppruni til forfylging
Diktatoriskt paranoia, kirkulig atsókn, skipaður kriminalitetur og korruptión
Tal á íbúgvum
3.89 milliónir
Tal á kristnum
1.713 milliónir
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Forsetin, Isaias Afewerki
Støða á WWL
90%


Eritrea er eitt av heimsins torførastu støðum at fylgja Jesusi. Stýrið viðurkennir einans fýra trúarbólkar. Hesi útihýsa flestu evangeliskum- og hvítusunnusamkomun, sum verða viðfarom sum ólóglig. Kristin, sum tilbiðja uttanfyri statsgóðkendar kirkjur, møta hørðum eftirliti, harðligum politiálopum og fongsli í óasetta tíð – ofta undir skelkandi brutalum umstøðum. Tey sum eru umvend frá islam ella frá eritreisku ortodoksu kirkjuni eru eisini í vanda fyri at verða vrakaði av egnari familju,  sosialari útihýsing, umframt forfylging frá statinum.

At samfelagnum samfelagið er so hernaðarligt ger kúganina enn verri. Fólk, sum verða tvingsilsinnskriva í herin, fáa óavmarkaða tænastutíð. Tað er eingin náði, um tú ikki vilt í herin – og vera kristin í herinum tikin í at tilbiðja, so verða tey  harðliga revsað. Kristin standa fyri eini sera truplari tvístøðu: Antin at tola forfylging og tvingsilstænastu ella flýggja úr landinum eftir leiðum, sum eru hættisligar av menniskjahandili og vanda fyri píning.

Ikki-siðbundnir kristnir bólkar, so sum evangeliskar, hvítusunnu- og baptistarkirkjur, eru fyri harðastu kúganini. Við tað at hesi ikki vera viðurkend av landinum, tola hesir bólkar og kirkjur álop, fongsul og systemiska marginalisering. Gudsdyrkan teirra er bannað, limir teirra verða eymerktir sum útlendskir umboðsmenn, og samkomur teirra mettar at vera  kriminellar. Til tíðir stuðlar eritreiska ortodoksa kirkjan átøkum hjá landinum at kúga hesar bólkar. Ung eru eisini sera viðbrekin, tí mong verða tvangsinnskrivað í eritreiska herin í óavmarkaða tíð. Harumframt kunnu tey, sum eru umvend úr islam ella úr eritreisku ortodoksu kirkjuni vera fyri trýsti frá egnari familju og frá samfelagi teirra.

Open Doors arbeiðir gjøgnum strategisk samstarv og lokal kirkjunetverk í Eritrea fyri at veita venjing til at standa í móti forfylging og við lærusveinaskapi.

Tað eru nógv kristin, sum sita føst í illgitnu fongsulsskipanini í Eritrea – summi eru varðhaldsfongslað bert fyri at liva eftir síni trúgv. Bið um, at vónin skal vera livandi og at tey verða sett leys.

Bið Gud um at verja og syrgja fyri dagliga tørvinum hjá teimum kristnu, sum eru handtikin ella varðhaldsfongslað vegna sína trúgv. Bið um, at tey skulu vita og kenna, at tey ikki eru gloymd, og at familjan hjá teimum verður troystað.

Eritrea verður stýrt av einum ógvusligum einaræði. Bið um, at hjartað hjá Afwerki forseta verður vent burtur frá kúgan og móti kærleika Jesusar.