#9 Iran

Harðskapur
65%
Privatlív
90%
Familjulív
88%
felagskapslív
81%
Tjóðarlív
95%
Kirkjulív
99%
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan, diktatoriskt paranoia, ættarbólkakúgan, kirkjulig atsókn
Tal á íbúgvum
90 mió
Tal á kristnum
0,8 mió
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Ayatollah Ali Khamenei
Støða
86%

Í Iran er kristna samfelagið býtt sundur í grundlógarviðurkend kristin og óviðurkend kristin.

Óviðurkend krisdtin, sum hava vent við frá islam til kristna trúgv eru fyri álvarsomum brotum á trúarfræls, fyrst og fremst frá stjórnini og men eini um enn í minni mun frá samfelagnum annars og familjum teirra. Landsins stýrið metir hesi umvendu sum eina hóttan, og heldur, at tey eru ávirkað av vesturlondum til at undirgrava islam og skipanina í landinum. Bæði leiðarar og vanligir limir í kristnum bólkum verða ofta handtikin, ákærd og fáa langar fongsulsrevsingar fyri ‘brotsverk móti tjóðartrygdini’.

Viðurkend søgulig kristin samfeløg sum armensk kristin og assyrisk kristin eru vard av statinum, men  vera viðfarin sum annan floks borgarar. Tey møta nógvum mismuni lógarásetingum og hava ikki loyvi at tilbiðja á persiskum ella at samskifta við kristin sum hava vent við frá Islam umvendir. Tey, sum stuðla umvendum, kunnu eisini fáa fongsulsrevsing.

Tey, sum hava fylgd Jesusi út úr islam, eru mest viðbrekin fyri forfylging og mismuni. Eftirlitið hjá stjórnini er størst í býarøkjum, meðan bygdirnar hava minni eftirlit. Hinvegin gevur anonymiteturin í býarøkjum kristnum størri frælsi at skipa fyri møtum og virksemi enn á bygd, har sosiala eftirlitið er størri.

Biðið fyri loyndu hússamkomunum, at Gud skal verja hesi netverk av undirgrundartrúgvandi og geva teimum dirvi og vísdóms anda.

Biðið fyri kristnum fangum. Bið fyri sálarliga og likamliga trivnaði teirra og hjá familjum teirra, sum skulu halda fram við lívinum, meðan teirra kæru eru fongslað.

Meðan kirkjan í Iran heldur fram at vaksa,

Biðið um, at Gud skal signa og verja vaksandi kirkjuna í Iran, meðan okkara kristna familja deilir evangeliið.