
#9 Libya
Forfylgingin
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan og ættarbólkakúgan og skipaður kriminalitetur og korruptión
Tal á íbúgvum
7,0 mió
Tal á kristnum
36.300
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Abdul Hamid Dbeibeh
Støða á WWL
87%

Hvussu verða tey forfylg?
At eingin miðfyrisiting er til staðar at áleggja lóg og landaskil, hevur gjørt støðuna hjá teimum kristnu ótrygga. Harðskapsstøðið móti kristnum í Libya er flokkað sum ‘sera høgt’. Síðani fleiri libysk kristin vórðu handtikin í mars 2023, hava ymiskir myndugleikar økt um eftirlitið við kristnum virksemi á internetinum. Libysk kristin, sum eru úr muslimskari bakgrund, møta hørðum trýsti frá familjuni og frá samfelagnum um at siga trúgv sína frá sær. Øll praktisera sína trúgv í loyndum.
Útlendsk kristin, mest úr øðrum pørtum av Afrika, eru rakt av ymiskum islamiskum víðgongdum bólkum og skipaðum kriminellum bólkum. Hesir bólkar handla og ræna útlendsk kristin og krevja loysigjald, ella noyða tey í hart arbeiði. Kristna trúgv teirra ger, at tey eru meira viðbrekin fyri slíkari misnýtslu. Hvørt ár verður hildið, at nógvir kristnir tilflytarar doyggja á sjónum, meðan tey royna at koma til Evropa, ella doyggja av ágangi í varðhaldslegum.
Kristin eru í vanda allastaðni í Libya, men serliga har harðligir islamiskir ekstremistar eru virknir. Tey fáu umvendu úr islam eru eisini ógvuliga viðbrekin og noyðast groyma seg í skuggunum. Kristnir tilflytarar úr Afrika suður úr Sahara møta mismuni vegna teirra tjóðskap. Verður teirra trúgv uppdagað, eru tey í enn størri vanda.


“Eg eri vegurin og sannleikin og lívið’, segði hann við meg. Eftir hetta hvarv hann.’’
“Anonymur”, ein trúgvandi, sum fann vegin til Jesus ígjøgnum ein dreym.
Hvat ger open doors fyri kristin í libya
Í samstarvi við lokalar samstarvsfelagar og kirkjur stuðlar Open Doors trúgvandi í Norðurafrika gjøgnum leiðslu- og lærusveinaútbúgving, traumaráðgeving, bøn og lívsgrundarlagshjálp.

Bið fyri libya
Harðskapur í mai 2025 risti høvuðsstaðin í Libya, Tripoli, og var ein sterk áminning um óstabilitetin í landinum. Bið Gud um at gera eitt gjøgnumbrot – at rættarsamfelagið kundi komið til hesa tjóð, sum hevur verið stødd í kaosi.
Tað eru sera fá kristin í Libya, og um tey verða funnin, kunnu tey gerðast skotmál. Bið um, at hesi trúgvandi kunnu fylgja Jesusi í tryggleika og finna felagsskap.
Tilflytara kristin kunnu verða álopsmál bæði fyri sína trúgv og fyri sína arbeiðsstøðu. Bið Gud um at verja tey.