
#7 Nigeria
Forfylgingin
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan, etniskur- og trúarfíggindskapur, diktatoriskt paranoia, skipaður kriminalitetur og korruptión
Tal á íbúgvum
234,6 mió
Tal á kristnum
107,2 mió
Høvuðsátrúnaður
Kristindómur
Leiðari
Bola Ahmed Adekunle Tinubu, forseti
Støða
89%

Hvussu verða tey forfylgD?
Í Nigeria líða kristin umfatandi harða forfylging – í so stóran mun, at Nigeria í fleiri ár hevur verið tað staði í heiminum har tey, sum fylgja Jesusi eru fyri mest harðskapi. Í Norðurnigeria hava 12 statir sett islamiska lóg í verk, har tað hevur skapt eina skipan, har kristin liva sum annanfloksborgarar, og at umvending frá islam kann revsast harðliga.
Harðrendir islamskir hernaðarbólkar virka eisini um allan norðarara partin av Nigeria og inn í miðøkið í landinum. Summir av hesum bólkum – eitt nú Boko Haram og Islamiskur Statur Vesturafrika (ISWAP), sum er ein grein av Islamiskum Stati – miða eftir teimum sum fylgja Jesusi og øllum ognum, sum kristin eiga. Onnur kristin, serliga bóndur í Miðbeltinum í Nigeria, møta islamiskum hermonnum av Fulani-fólkinum, sum í óproportionel høgan mun herja kristin samfeløg við ógvusligum harðskapi.
Seinastu árini er harðskapurin vaksin og hevur spreitt seg móti suðurstatunum. Nógv av tí er framt av fulani-hermonnum, sum goyma seg í skógunum. Eitt annað, sum elvir til ótryggleika hjá teim kristnu í suðureystri, er upprunafólkið í Biafra (IPOB), ein loysingarbólkur, sum vil gerast egin tjóð. IPOB hevur eisini kúgað og forfylgt kristnum, serliga kristnum leiðarum, sum ikki fylgja teirra hugmyndafrøðiligu krøvum.
Forfylgingin er mest akutt í norðara parti av Nigeria, har islamiskir hermenn sleppa at virka uttan at vera revsaðir. Støðan er sera hættislig, men eisini fjald fyri eygum hjá mongum.
Kristin – serliga tey sum eru umvend úr islam – sum búgva í statum, sum eru stýrdir av islamskari lóg, eru eisini í stórum vanda. Øll, sum eru undir illgruna fyri gudsspottan ella fyri at hava háðað Muhammed profet, kunnu verða fyri harðligari mótstøðu og enntá dripin í hóp álopum.


“Teir gjørdu hetta við okkum, tí vit eru kristin. Táið eg kom til leguna, og sá øll, sum vóru rænd, tá sá eg ongar muslimar har sum fangar.”
“Rifkatu”, ein nigeriansk kristin, sum varð rænd og neyðtikin av fulani-hermonnum
Soleiðis hjálpir Open Doors teim kristnu í nigeria
Open Doors arbeiðir gjøgnum lokalar kirkjusamstarvsfelagar í Nigeria fyri at veita bæði bráðfeingis- og langtíðarrøkt. Hetta fevnir um traumaráðgeving, neyðhjálp, lærusveinaútbúgving, samfelagsbúskaparligan stuðul og venjing at vera standandi í forfylging.

Bið fyri nigeria
Tað tykist sum harðskapurin í norðara parti av Nigeria ongan enda fær. Bið Gud fáa frið í lag í hetta landið.
Bert í ár eru tíggjutúsundavís av nigeriansk kristin flýdd frá húsið og heimi. Bið um, at Gud gevur teimum vón og tryggar umstøður.
Bið um, at stjórnin í Nigeria ger alt fyri at verja fólkið móti harðskapi. Bið Gud arbeiða við hjørtunum hjá bæði embætismonnum og teimum, sum vilja gera harðskap móti fólki Hansara.