#8 Pakistan

Harðskapur
100%
Privatlív
82%
Familjulív
84%
felagskapslív
84%
Tjóðarlív
90%
Kirkjulív
77%
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan, diktatoriskt paranoia, ættarbólkakúgan, skipaður kriminalitetur og korruptión
Tal á íbúgvum
245 mió
Tal á kristnum
4,5 milliónir
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Shahbaz Sharif
Støða
87%

Í Pakistan møta øll kristin víðgongdari forfylging, men tað er eitt serligt trýst á kristin, sum eru vend um frá islam. Øll kristin verða hildin at vera annanfloksborgarar. Tey fáa tey vánaligastu størvini og kunnu verða noydd til at arbeiða undir trælalíknandi korum.

Bólkar av viðgongdum islamistum brúka blasfemilógirnar í Pakistan sum grundarlag fyri at leypa á og drepa kristin og onnur, sum verða hildin at hava brotið tær. Tó er í flestum førum talan um kristin. Talið á drápum og harðligum álopum á kristin í Pakistan er millum tey størstu í heiminum.


Aftrat fíggindskapinum frá vanliga fólkinum, uppliva kristin líkasælu frá myndugleikunum, ið eiga at verja tey. Løgreglan er meira áhugað í at toknast valdmiklu fólkunum enn at verja minnilutar, ið lógin krevur skulu verða vard.

Trúarskiftingar frá islam til kristindóm eru mest útsett, bæði av islamskum fundamentalistum, familju, vinum og grannum, ið meta trúarskiftið at vera skomm og svik móti familjuni og samfelagnum.

Flest kristin liva í landspartinum Punjab; av hesari orsøk eru flest hendingar av mismuni og fíggindskapi har. Landsparturin Sindh er kendur fyri trælahald, ið rakar kristin serliga hart.

Bið Gud broyta hjørtu og hugsanir hjá teimum, sum taka avgerðir í Pakistan viðvíkjandi lógum um gudsspottan.

Biðið um, at tey kristnu finna gleði í gerandisdegnum, vitandi at tey eru ikki annan floks borgarar í eygum Guds.

Bið Gud um at verja og varðveita kristnar kvinnur í Pakistan, sum kunnu noyðast í hjúnalag við muslimar.