
#2 Somalia
Forfylgingin
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan, ættarbólkakúgan, skipaður kriminalitetur og korruptión og diktatoriskt paranoya
Tal á íbúgvum
19,2 mió
Tal á kristnum
Nøkur hundrað
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Hamza Abdi Barre
Støða á WWL
94%

Hvussu verða tey forfylg?
Tey kristnu í Somalia liva í einum av heimsins harðastu umhvørvum, eitt stað, har tað er ógjørligt at fylgja Jesusi opið. Í Somalia sum heild er tað ólógligt at umvenda seg frá islam til kristindóm (sambært fyribils grundlógini frá 2012). Sharia (islamsk lóg) verður hildin á øllum økjum og hetta, saman við sosialum og ættartrýsti, noyðir kristin at praktisera sína trúgv í loyndum og einsemi. Umvending til aðra trúgv verður sædd sum svik og vanvirðing av landi, ætt og familju. Hetta kann føra til harðskap, at verða avvíst av familjuni (sum í ættarbaseraða Somalia ger, at einstaklingar eru sera viðbreknir) og enntá avrætting, ofta av familjulimum. Kristin hava onga lógarverju. Embætisfólk luttaka í ella góðtaka eftirlit og ágang – og skapa eitt umhvørvi, har kristindómurin verður kriminaliseraður.
Umvend kristin eru serliga viðbrekin í økjum undir eftirliti av Al-Shabaab. Bólkurin umsitur eina brutala stranga útgávu av Sharia, og umvend kristin verða alment avrættað, um tey verða uppdagað.
Kristin eru framvegis viðbrekin sjálvt í økjum undir somalisku sambandsstjórnini (norðurøkini Puntland og Somaliland), har islam er einasta lógliga trúgv. Trúgvandi á hesum økjum møta víðgongdum sosialum fíggindaskapi og eftirliti, og teimum er bannað við lóg at umvenda seg, tilbiðja ella deila sína trúgv. Í Somalilandi hava royndir at lata kristnar kirkjur upp aftur elvt til mótmæli og handtøkur.

Hoyr ein somaliskan kristnan
[Pápi mín] segði: ‘Eg fái ikki forða tær í at lesa tína Bíbliu, men um tú gerst kristin, so eri eg tann, sum skal drepa teg.'”
Aweis, ein kristin úr Somalia, sum tænir somalisku kirkjuni tvørtur um Afrikahornið.
Eitt skifti var Aweis partur av eini undirgrundarkirkju, sum bert tveir limir eru eftir av nú. Hini eru øll dripin fyri trúgv sína.
Hvat ger open doors fyri at hjálpa kristnum í somalia?
Open Doors hevur stuðlað somaliskum trúgvandi um alt Afrikahornið síðani 1990-árini. Okkara visjón er at síggja eftirfylgjarar Kristusar vaksa og gerast tilkomin í trúnni og hava mennandi sambond við onnur – hóast forfylging. Tað royna vit at gera við at gera hjálpa teimum við lærusveinaskapi og við at útbúgva kristin til at klára harða forfylging.


Bið fyri Somalia
Somalia er eitt av teimum hættisligastu støðunum at búgva sum kristin. Biðið um, at tað lítla talið av trúgvandi skuldi finna skjól og tryggleika í Jesu ørmum.
Al-Shabaab, ein víðgongdur islamiskur bólkur, fer eftir øllum, sum tey hava illgruna um eru kristin. Bið Gud um at verja tey kristnu frá deyða og álopum.
Bið um, at somalisk trúgvandi skulu vita og kenna, at tey ikki eru einsamøll, sjálvt um tey noyðast at tilbiðja í loyndum.
Alt Somalia er traumatiserað, og kristnir somaliarar enn meira. Bið um, at Guds Andi skal tala við tey, og at Hann skal geva teirra sinni og anda grøðing.