#4 Sudan

Harðskapur
100%
Privatlív
84%
Familjulív
85%
felagskapslív
93%
Tjóðarlív
95%
Kirkjulív
96%
Uppruni til forfylging
Islamsk kúgan, ættarbólkakúgan, skipaður kriminalitetur og korruptión og diktatoriskt paranoya
Tal av íbúgvum
50,6 mió
Tal á kristnum
2,2 milliónir
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Abd-al-Fatah al-Burhan Abd-al-Rahman
Støða
92

Støðan hjá teimum kristnu í Sudan hevur leingi verið trupul, men júst nú fer kristna samfelagið í Sudan í løtuni ígjøgnum eina álvarsliga, vaksandi kreppu við fólkaflyting. Hesin veruleikin kemst av hernaðarligu yvirtøkuni í 2021 og tí ógvusliga borgarakrígnum, sum byrjaði í 2023. Stjórnin innsetti tá aftur kúgandi persónar, innførdi aftur harðrendan ‘moralpolitikk’, og brúkar gamlar islamiskar lógir til at rættvísgera at fólk verða noydd at umvenda seg til Islam ella at fáa likamliga revsing. Hetta hevur so fullkomiliga ógildað framstigini í trúarfrælsi, sum vóru gjørd, eftir at kúgandi al-Bashir-stýrið varð felt í 2021.

Nógvir kirkjubygningar eru bumbaðir, yvirtiknir og brúktir sum støðir av hernaðarligum og radikalum bólkum. Kristin møta hørðum mismuni allastaðni – í dómstólum, arbeiðsplássum og skúlum.

Tey sum eru umvend frá islam liva í støðugum ótta og møta hørðum hóttanum, eitt nú sosialum einsemi, harðskapi frá hernaðarligum bólkum og avvísing frá  egnari familju. Søgulig kristin samfeløg líða undir tvungnum kirkjustongslum, at kirkjur ikki kunnu skrásetast og enntá oyðilegging av bygningum teirra. Trúarleiðarar og útisetar uppliva alsamt meira harðligari handtøku og varðhald orsakað av áhaldandi stríðnum.

Tey, sum eru umvend til kristindómin úr muslimskari bakgrund, eru mest viðbrekin, hóast øll kristin møta mismuni – eisini útiseta trúgvandi og søgulig kristin samfeløg. Tey sum eru umvend møta harðasta trýstinum og harðskapi, áhaldandi hóttanum og vanda frá bæði stjórnarhermonnum og øðrum hernaðarbólkum, teirra samfeløgum og egnum familjum.



Visiónin hjá Open Doors fyri Sudan er at síggja eina mótstøðuføra kirkju, sum stendur sterk ímóti forfylging og hevur búskaparliga evnir til at uppihalda sær sjálvari. Open Doors stuðlar við at veita tilbúgvingarætlanir fyri forfylging, hjálpa við lærusveinaskapi og við at gera tað lættari at klára seg fíggjarliga.

(Gevið gætur, at hóast vit ætla, at okkara arbeiði skal halda fram sum ætlað, hevur núverandi trygdarstøðan havt við, sær at neyðhjálp fyri at hjálpa kristnum at bara yvirliva hevur prioritet fram um alt annað.)

Bið Gud um at ein friðarloysn kemur í lag og bið Gud hjálpa kirkjuni at virka fyri friði í hesum stríðnum alt meðan tað ógvusliga borgarakríggið í Sudan stendur við.

Bið fyri teimum trúgvandi, sum líða av borgarakrígnum og hava verið noydd at flýggja, ella sum ikki hava annað val enn at vera verandi og goyma seg. Bið Gud um at verja tey.

Bið um, at tey kristnu í Sudan kunnu liva sum salt og ljós, og vísa, at Jesu friður er ein betri máti.

Biðið fyri framtíðini hjá kirkjuni í Sudan og vísdómi til hennara leiðarar. Sjálvt um stríðandi partarnir megna at koma til eina friðarloysn, so er hvørgin teirra fyrimunur í mun til kirkjuna.