#6 Sýria

Harðskapur
96%
Privatlív
87%
Familjulív
87%
felagskapslív
85%
Tjóðarlív
90%
Kirkjulív
89%
Heimspartur
Miðeystur
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan
Íbúgvar
25,4 mió
Tal á kristnum
300.000
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Ahmed al-Sharaa, fyribils forseti
Støða
90

Støðan hjá teimum kristnu í Sýria er vorðin enn meiri ræðulig seinasta árið. Síðani Assad-stjórnin fall í desember 2024 – eftir at hava stýrt Sýria í meira enn 50 ár – hevur landið mest verið stýrt av hernarðarligum deildum undir leiðslu av Hay’at Tahrir al-Sham (HTS). Hetta er ein víðgongdur islamiskur bólkur, sum hevur røtur í Al Qaeda. Bólkurin hevur givið tekn um hóvsemi og havt samráðingar við umboð fyri siðbundnu kristnu samfeløgini í Sýria, men ongin veit enn, hvat fer at henda undir nýggju leiðsluni.

Síðani nýggja stýrið kom til hevur umfatandi ófriður ført til deyðiligar samanbrestir, sum hava rakt aðrar trúarminnilutar, serliga drusar og alawitar, har kristin eru fangaði mitt í millum. Nýggj hernaðarlig álop hjá Islamiskum Stati síðani oktober 2024 ger at øll kenna seg enn meiri ótrygg. Talan er millum annað um eitt álop á eina kirkju í Damaskus í juni 2025, sum kravdi mannalív.

Trýstið á tey kristnu í Sýria er ymiskt alt eftir hvørji øki talan er um. Norðeystur økið er sum heild tryggari og tolsamari. Á strondini eru tey smærru, spjaddu kristnu samfeløgini eitt sindur viðbrekin fyri sosialum trýsti. Í suðri møta kristin hægri trýsti, hóast tolsemið sum heild er størri í økjum við drusiskum meiriluta í mun til har tað er muslimskur meiriluti. Størsta trýstið er í Damaskus og Aleppo, har vaksandi fíggindskapur frá afturhaldssinnaðum muslimskum samfeløgum og víðgongdum bólkum skapar óvissu og avmarkingar – hetta hóast tey kristnu søguliga hava búð nærveruna í býunum frá fornari tíð.

Harumframt møta kristin, sum eru umvend frá islam ella drusiskari trúgv, sterkum trýsti frá egnari familju og samfelagnum annars – serliga í økjum við muslimskum meiriluta. At venda við kann hava við sær álvarsligan harðskap ella burturvísing. Vaksandi islamisk radikalisering hevur økt um mótstøðuna móti teimum, sum venda við frá muslimskari bakgrund.

Open Doors arbeiðir gjøgnum lokalar samstarvsfelagar og kirkjur í Sýria fyri at hjálpa til við at styrkja tey trúgvandi, við at býta út bíbliur og kristnar bókmentir, veita lærusveinaútbúgving, trauma hjálp, neyðhjálp, mikrolán og við aðrari samfelagsbúskaparliga hjálp.

Í kjalarvørrinum av fallinum hjá Assad-stjórnini liva nógv kristin við støðugari óvissu. Bið um, at tey trúgvandi skulu líta á Gud sum teirra ‘æviga klett’ (Es 26,4).

Bið fyri umvendum úr islam, at tey skuldu finna kærleika og felagsskap, eisini tá tey møta avvísing frá familju og vinum.

Bið fyri ofrunum frá kirkjuálopinum í Damaskus, at sár teirra verða grødd, og at tey kenna Guds nærleika, meðan tey hugsa um hvussu tey best skulu liva sína trúgv út.