#3 Jemen

Harðskapur
59%
Privatlív
100%
Familjulív
100%
felagskapslív
100%
Tjóðarlív
100%
Kirkjulív
100%
Uppruni til forfylging
Islamisk kúgan og ættarbólka kúgan og Diktatoriskt paranoya
Tal á íbúgvum
36 mió
Tal á kristnum
Nøkur fá
Høvuðsátrúnaður
Islam
Leiðari
Muhammad al-Alimi
Støða á WWL
93%


Vandarnir hjá kristnum í Jemen halda á at versna í einari áhaldandi flóð av stríði, ekstremismu og búskaparligum hóttafalli.

Staðbundna kirkjan er í høvuðsheitum sett saman av fólki, sum eru umvend úr islam, og sum noyðast praktisera sína trúgv í djúpastu loynd. Verður tað uppdaga kann tað vera lívshættisligt, tí í Jemen er skal fráfall sambært lógini revast við deyða. Tey trúgvandi líða eisini á annan hátt, eitt nú við hjúnaskilnaði og skilnaði frá børnum sínum. Sundurtagaða og veika rættarsamfelagið í Jemen økir bara um vandarnar, sum hótta tey kristnu.

Bólkar sum ikki eru islamiskir, kunnu ikki formliga skráseta seg hjá myndugleikunum, og í áravís er onki loyvi givið til nakað gudshús sum ikki er muslimskt. Tey kristnu, sum ikki eru jemenar, eru flýdd av landinum orsakað av vandunum, og nógvar skrásettar kirkjur eru antin rannsakaðar ella oyðilagdar. Tað merkir, at tey kristnu í Jemen eru mest sum bara slík, sum er umvend frá islam, og sum noyðast at savnast í loyndum í stórum vanda.

Allir jemenar líða undir eini av heimsins ringasta humaniteru kreppum, men kristin eru serliga viðbrekin. Neyðhjálp verður vanliga býtt út gjøgnum moskurnar til lokalar muslimar, sum gera mismun á teimum, sum ikki verða mett at vera heilhjartaðir muslimar.



Kristin um alt Jemen eru í vanda. Har suðri seta sundurstykkjaða stjórnin og islamskir ekstremistiskir bólkar tey trúgvandi í vanda. Og í norðvesturøkjunum, sum Houthi stýra – har umleið 80% av fólkinum búgva – er trýstið serliga hart. Hesi øki eru undir hørðum løgreglu eftirliti har misálit verður brutalt kúgað, og illgruni um at onkur er umvendur til kristna trúgv førir til eftirlit, handtøku og píning.

Jemen verður framvegis tagað sundur og plága av harðskapi. Biðið um, at friður loksins kemur í hetta landið.

Lítla talið av jemenskum trúgvandi er vaksandi – men hvør sær liva tey dagliga við vandanum fyri harðskapi og deyða. Bið um dirvi og vón.

Biðið fyri teimum smáu, loyniligu kirkjunum í Jemen. Bið Gud hjálpa teimum at kunna møtast. Bið um, at undirgrundarkirkjuleiðarar finna styrki og úthaldni til at halda fram at tæna Guds fólki.