Glotti av vón

Meðan “Reis teg upp, Afrika”-herferðin fer inn í triðja av seks árum, hyggja vit afturá, hvønn týdning hjálpin frá okkara ótrúligu stuðlum hevur havt annað árið í hesum átaki.

Í 2023 varð farið undir átakið hjá Open Doors “Reis teg upp, Afrika”, sum svar upp á eina innbjóðing frá kirkjuleiðarum í Afrika sunnan fyri Sahara. Ein, sum hevur fingið hjálp annað árið í hesum átaki, er presturin Barnabas frá Nigeria – og hann er ikki í iva: Tað er hjálpin frá Open Doors-stuðlum sum tær, ið er orsøkin til, at hann er her í dag.

Síðan hann og familja hansara vórðu rikin frá húsi og heimi í tí norðara partinum av landinum orsakað av harðligari forfylging, hava tey stríðst við at yvirliva i eini flóttafólkalegu. Í fjør vóru tey ein ímillum tær 124.000 familjurnar, sum tóku ímóti neyðhjálp frá Open Doors, millum annað mati, læknahjálp og innivist.

“Eg vil nýta høvið til at siga takk,” sigur hann.” Um tað ikki vóru tit, hevði ikki verið lætt hjá okkum at hóra undan. Tykkara arbeiðsfelagar tóku sær av okkum sum mammur, pápar og systkin. Mong onnur doyðu, gjørdust sjúk ella svøltaðu. Men tit syrgdu fyri okkum sum brøður og systrar.”

Í 2024 tóku meira enn 545.000 kristin sum Barnabas ímóti lívsneyðugari hjálp, takkað veri gávum og bønum frá tær og øðrum, sum stuðla Open Doors. Tú hevur soleiðis verið við til at geva sálarliga viðgerð, útbúgving og venjing og bráðneyðuga neyðhjálp. Tú hevur staðið saman við kristnum í Afrika sunnan fyri Sahara og verið við til at seta ein trupulleika í brennidepilin, sum ikki nógv tosa um.

Ljós á kreppuna

Meir enn 14.000 skúlar í Afrika sunnan fyri Sahara eru stongdir orsakað av harðskapi – men í fjør hjálptu gávur frá stuðlum hjá Open Doors 3.000 børnum aftur í skúla við at gjalda skúlapening og keypa búnar. Góð 700 ung í Mali og Nigeria fingu vinnuvenjing fyri at kunna fáa eitt arbeiði.

Sum stuðul hjá Open Doors var tú eisini við til at kasta ljós á kreppuna, sum kirkjan í Afrika sunnan fyri nógvastaðni stendur í. Næstan 100 persónar úr afrikanskum kirkjum, kristnum felagsskapum og landsins stjórnum tóku lut í eini ráðstevnu hjá Open Doors í Kenja í november, fyri at kjakast um korini fyri trúarfrælsi í økinum. Nú eru vit farin at síggja leiðarar taka forfylging í álvara.

Ein sakførari, Ibrahim, stovnaði eftir ráðstevnuna ein kristnan sakførarafelagsskap í landi sínum. “Tað hevur eydnast sera væl,” sigur hann. “Fyrr var eg einasti sakførari, sum bardist fyri tí forfylgdu kirkjuni. Nú eru vit fleiri, og saman náa vit betri úrslitum.”

Samstundis fangaði ein frágreiðing um burturrikin kristin í Nigeria – “Eingin vegur heim” – politikararnar í bæði ES og ST. Bara í Stóra Bretlandi tóku 150 parlamentslimir eitt eintak av frágreiðingini.

“Vit síggja ein glotta av vón,” ljóðar tað frá nevndini, sum stendur á odda fyri “ Reis teg upp, Afrika”-átakinum. “Milliónir av kristnum hava svarað gávumilt við bøn og gávum. Takk fyri, at tú stendur saman við okkum í arbeiðinum fyri at gera líðingarnar hjá okkara brøðrum og systrum í Afrika til eina raðfesting í hjartanum og sinninum hjá kirkjuni um allan heim.

*navnið er broytt av trygdarávum

Støðan í “Reis teg upp, Afrika

  • 494.901 persónar sum tú bóðu fyri “Reis teg upp, Afrika”-átakinum í fjør.
  • 545.098 forfylgd kristin fingu beinleiðis stuðul í 2024.
  • Næstan 900.000 kristin hava fingið beinleiðis hjálp til nú í átakinum.
  • 2,72 milliónir eru óbeinleiðis nádd við lívsneyðugum stuðli.

Bið

  • Bið fyri næsta árinum, har vit vilja náa hvørja familju, sum beinleiðis er rakt av harðligari forfylging í Afrika sunnan fyri Sahara.
  • Bið um, at alheims kirkjan vaknar, sameinist, biður og talar opið um kreppuna, sum kirkjan í Afrika sunnan fyri Sahara nógvastaðni stendur í.
  • Bið um, at stjórnir og leiðarar viðganga og stríða ímóti harðskapi móti kristnum í økinum.

Tíðindi

06. november 2025

Grødd eftir ræðuleikar

Aftaná at Rikfatu var rænd og harðliga neyðtikin, gjørdist hon vónleys. Takkað veri umsorganini og samkensluni...

Nigeria
04. november 2025

Hvør er støðan hjá Open Doors til amerikansku hóttanina um hernaðarlig tiltøk?

Nú forfylging av kristnum í Nigeria er komin í brennidepilin í mongum miðlum, eftir tað sum Trump segði í viku...

Nigeria
25. oktober 2025

8 ting tú skalt vita um harðskapin í Nigeria

Hvat er tað, sum hendir í Nigeria? Harðskapurin móti kristnum er ógvusligur og við mongum og títtum álopum á b...

Nigeria