Grødd eftir ræðuleikar

Aftaná at Rikfatu var rænd og harðliga neyðtikin, gjørdist hon vónleys. Takkað veri umsorganini og samkensluni, hon hevur møtt frá Open Doors-stuðlum sum tær, er henda unga kvinnan við at koma fyri seg.

(ávaring: Greinin sipar til kynsligan harðskap)

Rifkatu* blundaði og bað stillisliga, meðan ein maður fyri og annar eftir neyðtók hana harðliga og fleiri ferðir.

Tað vóru bara 4 vikur frammanundan áganginum, at unga kvinnan hevði hátíðarhildið brúdleypsdagin. Men eftir at verða rænd av islamistum varð Rifkatu hildin fangi í eini legu, og tað var har, tað hendi.

Tá ið Rifkatu endiliga slapp leys og fór heim aftur til mannin Zamai*, sum er pastorur, var hon ikki at kenna aftur. “Eg byrjaði at hugsa, er hetta kona mín? – Kvinnan, sum eg kenni og gifti meg við?” sigur Zamai.

Men tá ið Rifkatu fekk boðið eitt uppihald á trauma-miðstøðini hjá Open Doors – ein miðstøð sum bara kann lata seg gera at hava, tí fólk sum tú biðja og stuðla – fór Gud at arbeiða í hjarta hennara.

Fylt av vreiði

“Tá ið Rifkatu kom, var hon ill,” greiðir Asebe*, sum arbeiðir við teimum, ið eru traumatiserað, frá. “Hon smíltist ikki. Hon ivaðist í, um Gud var, og hon hevði mist alla vón”.

Á miðstøðini varð Rifkatu eggjað at seta orð á sínar kenslur, og onkur var, sum lurtaði. Hon tók lut í tímum um fyrigeving og pínu, og spakuliga fór hon at broytast.

“Eitt, sum eg ongantíð gloymi, er, tá ið vit skrivaðu okkara trongdir og pínu niður og síðani brendu pappírsleparnar við ein kross. Har steig mín pína upp til Guds”, sigur Rifkatu.

“Eg plagdi at siga, at eg ongantíð fór at fyrigeva teimum, sum hava gjørt mær so ilt – ongantíð nakrantíð. Men nú fyrigevi eg teimum av hjarta – og má Gud leiða teir til umvendingar”.

Á veg til frælsi

Eitt ár aftaná, at Rifkatu var leyslatin, fekk hon dóttrina Zamai. Tað vóru nøkur í nærumhvørvinum, sum hildu, at barnið var “ónt” – tí tey hildu, at dóttirin var barn hjá einum av neyðtøkumonnunum. Orsakað av hesum var lítla familjan avvíst og útihýst. Hetta hevði eisini við sær, at Rifkatu hevði ilt við at knýta seg til dóttrina. Eftir trauma-viðgerðina kom hetta eisini uppá pláss.

Pastorurin Zamai smílist, meðan konan situr undir barninum. “Rifkatu grætur ikki sum fyrr”, sigur hann. “Fyrr var hon ikki fræls. Sum støðan er nú, er hon við at gerast tað”.

Í fjør vóru í minsta lagi 2.000 kristnar kvinnur, sum búgva sunnan fyri Sahara í Afrika, úti fyri kynsligum ágangi ella ónáðum. Hetta er ein harðrendur og brutalur máti at forfylgja kvinnum. Takkað verið stuðlinum frá tær kann trauma-miðstøðin sum tann, har Rifkatu fekk hjálp, taka sær av fleiri túsund kvinnum, ið hava upplivað harðrenda forfylging fyri sína trúgv – og grøðing fer fram

* broytt av trygdarávum

Tíðindi

04. november 2025

Hvør er støðan hjá Open Doors til amerikansku hóttanina um hernaðarlig tiltøk?

Nú forfylging av kristnum í Nigeria er komin í brennidepilin í mongum miðlum, eftir tað sum Trump segði í viku...

Nigeria
25. oktober 2025

8 ting tú skalt vita um harðskapin í Nigeria

Hvat er tað, sum hendir í Nigeria? Harðskapurin móti kristnum er ógvusligur og við mongum og títtum álopum á b...

Nigeria
23. oktober 2025

ISIS hóttir í Afrika

Vit ynskja hvørki at skapa ótta – ella at fremja islamistiska propaganda. Tá vit tó skriva hetta uppslagið, er...

Afrika