Hópdráp í Nigeria

Amerikanski komikarin Bill Maher vakti fyri stuttum øsing á fleiri miðlum, tá hann í beinleiðis sjónvarpi brádliga fór at tosa um hópdráp av kristnum í Nigeria.
„Um ein ikki veit, hvat fer fram í Nigeria, so eru miðlakeldurnar hjá einum vánaligar,“ segði hann.
„So livir ein í eini boblu. Eg eri ikki kristin, men teir fremja miðvíst dráp á kristin Nigeria.“
„Teir hava dripið meira enn 100.000 síðan 2009. Teir hava brent 18.000 kirkjur … Teir royna bókstavliga at útrudda ta kristna fólki í einum heilum landi.”

Newsweek hevur tikið útsagnini hjá Bill Maher upp og staðfest, at nigerianska stjórnin noktar at viðurkenna, at átrúnaður er orsøkin til harðskapin.
So seint sum í síðsta mánaði segði nigerianska stjórnin, at hon „kategoriskt avvísir tær nýggju útsagnirnar frá ávísum altjóða pallum og netávirkarum, sum vísa á, at terroristar, ið virka í Nigeria, eru við í einum skipaðum fólkadrápi móti kristnum.“

Hóast tølini hjá Bill Maher helst ikki eru heilt røtt, og hóast nógvir muslimar eisini verða dripnir undir álopum islamistanna, so er, sambært fleiri NGO’um, sum Newsweek hevur tosað við, eingin ivi um, at harðskapurin í størstan mun stavar frá átrúnaði.
Millum teirra er Musa, talsmaður fyri Open Doors’ „Reis teg, Afrika“-átakið, sum peikar á, at kristin verða rakt harðari enn onnur, og at myndugleikarnir ikki verja tey á effektivt. Hóast hermenn eru settir út í Miðbeltið, svara teir ofta ov seint aftur ella siga, at teir onga heimild hava – og gerningsmenn verða sjáldan revsaðir.

Harðskapurin verður fyrst og fremst framdur av islamistiskum bólkum sum Boko Haram, ISWAP og – serliga – Fulani‑militsum, ið hava rikið kristin frá heimum sínum, yvirtikið jørðina og bygt moskur. Musa lýsir fyri Newsweek tvær sløg av vanligum álopum:

  1. Islamistar koma í hundraðtali á motorsúklum, vápnaðir við AK‑47, og leggja eina bygd undir seg, brenna, drepa og ræna.
  2. Nakrir fáir islamistar vísa seg á motorsúklum og fremja álop á einstaklingar í nøkrum fáum bygdum og hvørva síðani aftur.

Sambært okkara egna World Watch List vórðu 4.476 kristin dripin fyri sína trúgv í fjørð, harav 3.100 í Nigeria áleina. Landið hevur í mong ár verið tað staði í heiminum, har flest kristin verða dripin vegna trúgv teirra. Og leggið til merkis, at vit í okkara uppgerð eru sera varin og telja bert tey málini við, har vit kunnu skjalprógva, at kristna trúgvin hjá offrunum er ein viðvirkandi orsøk til drápini – brúttutølini eru nógv hægri.

Musa gevur eisini til kennar mistrúgv á vesturlendskar, diplomatiska frágreiðingar:
„Vit trúgva ikki tí, sum sendiharrarnir úr Vesturheiminum siga heimalondum sínum, tí vit halda, at teir flestu hava ikki tíð at vitja tey raktu økini. Teir fáa upplýsingarnar sínar frá nigeriansku stjórnini, og hon er ikki álítandi.“

  • Sí sjónvarpsinnslagið við Bill Maher her: t.ly/VhXFq
  • Les greinina í Newsweek her: t.ly/9b7BK
  • Les uppslag frá nigeriansku stjórnini á Al Jazeera English her: t.ly/1Pm6_
  • Og les grein á Fox News, har senator Cruz, nigerianska stjórnin og Open Doors koma til orðanna: t.ly/elHoT

Tíðindi

06. november 2025

Grødd eftir ræðuleikar

Aftaná at Rikfatu var rænd og harðliga neyðtikin, gjørdist hon vónleys. Takkað veri umsorganini og samkensluni...

Nigeria
04. november 2025

Hvør er støðan hjá Open Doors til amerikansku hóttanina um hernaðarlig tiltøk?

Nú forfylging av kristnum í Nigeria er komin í brennidepilin í mongum miðlum, eftir tað sum Trump segði í viku...

Nigeria
25. oktober 2025

8 ting tú skalt vita um harðskapin í Nigeria

Hvat er tað, sum hendir í Nigeria? Harðskapurin móti kristnum er ógvusligur og við mongum og títtum álopum á b...

Nigeria