Hvør er støðan hjá Open Doors til amerikansku hóttanina um hernaðarlig tiltøk?

Nú forfylging av kristnum í Nigeria er komin í brennidepilin í mongum miðlum, eftir tað sum Trump segði í vikuskiftinum, um at hernaðarlig tiltøk vera umhugsað, so er viðkomandi at spyrja,  hvørja støðu Open Doors hevur til slíka hóttan. Til tað er at siga, at vit virða fullveldið hjá hvørjari tjóð og vóna, at Trump-stjórnin og nigerianska stjórnin fara at samstarva konstruktivt um at finna mest effektivu strategiirnar fyri islamistiskan uppreistur. Sum tað mest umráðandi heita vit á nigeriansku stjórnina og altjóða samfelagið um beinanvegin at gera ítøkilig tiltøk fyri at bøta um tørvin hjá teim kristnu, sum hava verið óproportionelt rakt av harðskapinum. Vit standa saman við teimum, sum eru rakt, og biðja um at áhaldandi harðskapurin fær ein enda.

Tíðindi

16. januar 2026

Glotti av vón

Meðan “Reis teg upp, Afrika”-herferðin fer inn í triðja av seks árum, hyggja vit afturá, hvønn týdning hjálpin...

06. november 2025

Grødd eftir ræðuleikar

Aftaná at Rikfatu var rænd og harðliga neyðtikin, gjørdist hon vónleys. Takkað veri umsorganini og samkensluni...

Nigeria
25. oktober 2025

8 ting tú skalt vita um harðskapin í Nigeria

Hvat er tað, sum hendir í Nigeria? Harðskapurin móti kristnum er ógvusligur og við mongum og títtum álopum á b...

Nigeria