Reis teg Afrika

Kirkjan stendur
í ljósum loga!
Kirkjan í Afrika sunnan Sahara er í kreppu,
men millum toftirnar spírar vónin.
Tað eru fleiri kristin í Afrika enn nakra aðrastaðir í heiminum. Samstundis er økið sunnan fyri Sahara, tað økið í heiminum, har harðrend forfylging av kristnum er størst. Kirkjan har er undir álopi!
Milliónir av kristnum hava verið noydd at flýggja frá húsi og heimi vegna harðlig álop. Nógv búgva í flóttafólkalegum og mangla mat, vatn og heilivág.
Hóast sera tungar umstøður halda tey kristnu fast við, at Jesus er størri enn øll mótstøðan, tey uppliva.
Gjøgnum átakið “Reis teg Afrika” hava afrikanskir kirkjuleiðarar hava sett sær fyri at savna inn eina millión undirskriftir til áheitanina um at gera nakað. Vís tín stuðul við at skriva undir.