
05. januar 2024
somalia | 100 ferðir
Ayesha: ”100 ferðir gjørdi eg av fara frá Jesusi … men eg kundi ikki”
Prísurin varð høgur fyri Ayeshu, tá hon gjørdi av at gerast kristin og fylgja Jesusi. Hon varð tveitt út úr familjuni og álopin við knívi. Men at prísurin er høgurin, er bert tað, sum Jesus hevur sagt frammanundan, ger hon greitt.
Ayesha* er støk mamma til dreingir og býr á Afrikanska horninum. Hon er ein av umleið eini millión av somalium í økinum, sum búgva uttan fyri Somalia. Tað ger ikki vandan minni fyri hana – tað er framvegis lívshættisligt fyri hana at vera kristin.
Fyri næstan 20 árum síðani hoyrdi Ayesha fyri fyrstu ferð um trúnna á Jesus, og tað gjørdist tann neistin, ið fekk hana av álvara at seta spurningar um trúgv og tilveru.
“Eg kannaði kristnu trúnna og Koranina í trý ár, og eftir tað visti eg, hvar sannleikin er. Eg bjóðaði Jesusi inn í mítt lív,” greiðir hon frá.
Avgerðin hevur havt stórar avleiðingar fyri hana. Maðurin og familjan koyrdu hana frá sær, og hon varð noydd til at klára seg sjálva. Synirnar hevur hon framvegis, hóast familjan framhaldandi roynir at lokka teir til at gerast muslimar.
Álopin og stungin við knívi
Ein dagin varð Ayesha álopin av trimum kvinnum og stungin í bakið og rundan um hjartað við einum knívi. Hon fór um koll og varð í skundi flutt á sjúkrahús, har tað eydnaðist at bjarga lívi hennara.
Tær tríggjar kvinnurnar vórðu allar handtiknar, men familjan hjá Ayeshu fór til myndugleikarnar og bað um at fáa kvinnurnar leyslatnar. Tey søgdu: ‘Vit eru takksom móti teimum kvinnum, sum royndu at drepa hana, tí at vit vóru ikki før fyri at gera tað’.
Kvinnurnar vórðu leyslatnar, og álopið fekk Ayeshu til at ivast í avgerðini at fylgja Jesusi. Hon sakk niður í tunglyndi.
“Eg tók heilivág fyri tunglyndi í tríggjar mánaðir, og eg gjørdi 100 ferðir av at fara frá Jesusi og gevast við at fylgja honum – men eg kundi ikki gera tað.”
”Nú minni eg onnur á bíbliuversið, sum sigur, at um tú vil fylgja Jesusi, skalt tú taka kross tín upp. Hann fjaldi einki fyri okkum. Velur tú hann, velur tú krossin.”
* Navnið er broytt av trygdarávum.
BIÐ
· Bið fyri Ayeshu og synunum. Bið Gud styrkja og verja tey.
· Bið fyri støkum mammum sum Ayeshu á Afrikanska horninum. Bið Gud syrgja fyri øllum tørvum teirra, og bið hann verja tey móti ágangi.
Tíðindi

Grødd eftir ræðuleikar
Aftaná at Rikfatu var rænd og harðliga neyðtikin, gjørdist hon vónleys. Takkað veri umsorganini og samkensluni...

Hvør er støðan hjá Open Doors til amerikansku hóttanina um hernaðarlig tiltøk?
Nú forfylging av kristnum í Nigeria er komin í brennidepilin í mongum miðlum, eftir tað sum Trump segði í viku...

8 ting tú skalt vita um harðskapin í Nigeria
Hvat er tað, sum hendir í Nigeria? Harðskapurin móti kristnum er ógvusligur og við mongum og títtum álopum á b...