
19. august 2025
Undir eftirliti
Gud sær teg, men hvør fylgir við? Átrúnaðarligir minnilutabólkar í einari talgildari eftirlitstíð.
”Hetta er Kina. Tað er altíð onkur máti.”
Soleiðis sigur samstarvsfelagin hjá Open Doors, Moli*, í viðmerking til eftirlitið á netinum, sum teir kinesisku myndugleikarnir hava, men eisini um avmarkingarnar á tí. Kina er tey seinastu 10 árini á rað kosið tað landið í heiminum við størst avmarkingum á netinum (sambært Freedom House, ið er almannagagnligur felagsskapur, óheftur av politiskum myndugleikum – ”NGO”). Tað er sostatt ikki loyvt at keypa eina bíbliu á netinum, og regluliga koma nýggjar reglugerðir, sum avmarka og seta átrúnaðarligt innihald undir eftirlit.
”Men hóast nógvar átrúnaðarligar heimasíður og kontur eru blokeraðar ella strikaðar, og greinar eru strikaðar, so kunnu fólk bara gera nýggjar kontur og byrja av nýggjum,” sigur Moli. ”Vit kunnu eisini framvegis lesa átrúnaðarligar greinar og viðmerkja undir uppsløgum uttan nakrar avleiðingar í løtuni. Harafturat er gjørligt at samskifta á WeChat, (sum er tann størsti sosiali miðilin í Kina, blaðstj.) og vit kunnu lýsa við okkara sunnudagsgudstænastum ella senda bíbliuørindi okkara millum.”
Tað er ymiskt, hvussu reglurnar verða hondhevjaðar
Moli leggur dent á, at hetta frælsið bara er galdandi fyri vanlig kristin ella fyri prestar úr smáum kirkjum – og um mann lýsir við onkrum, sum ikki gongur kommunistaflokkinum ímóti. Prestar úr størri kirkjum og aðrir persónar við stórari ávirkan hava ikki sama møguleika at býta kristiligt tilfar út, tí at myndugleikarnir hava eftirlit við teimum.
Ein annar samstarvsfelagi hjá Open Doors, Yangyang*, greiðir soleiðis frá:
”Formliga krevur tað loyvi at sláa upp og luta átrúnaðarligt tilfar – tað kunnu vera videobrot, bíbliuørindi, kveikjandi orð og so framvegis.”
At byrja við, tá ið lógin júst var komin, kendu tær flestu kirkjurnar og fólkið seg ógvuliga kroyst, at tey heilt góvust við at sláa átrúnaðarligt tilfar upp og brúktu kotumál, tá ið tey samskiftu við onnur kristin. Men eftir at hava eygleitt, hvussu myndugleikarnir handfara hesar reglur, eru fólk aftur farin at luta tilfar við átrúnaðarligum innihaldi upp uttan tær stóru avleiðingarnar.
”Soleiðis er ofta í Kina. Reglur og reglugerðir verða rullaðar út, men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu hesar verða hondhevjaðar frá einum staði til annað,” sigur Yangyang.
Upptøkutól allastaðni
Myndugleikarnir eru tó ikki nøgdir við bert at hava eftirlit við internetinum.
”Tað eru eftirlitsupptøkutól so at siga alla staðni í Kina – bæði í átrúnaðarligum og ikki-átrúnaðarligum bygningum,” sigur Yuhua*, ein triði samstarvsfelagi hjá Open Doors.
”Nógv kenna seg tryggari, tí tey halda, at hesi upptøkutól kunnu byrgja fyri brotsgerðum og hóttanum, sum til dømis álopum á gøtuni. Tá ið okkurt hendir, kemur løgreglan á staðið at handtaka gerningsmannin.”
Moli leggur afturat:
”Hinvegin kunnu upptøkutólini fáa ein at kenna seg avmarkaðan, tí at mann er undir eftirliti.”
Eftirlitsupptøkutól er ein av orsøkunum til, at nógvar kirkjur í Kina ikki lata myndugleikarnar skráseta seg. Letur mann seg skráseta, er tað krav at hava upptøkutól í kirkjuni. Harafturat skulu skrásettar kirkjur hvørja viku fáa prædikuna góðkenda av myndugleikunum, og krøv um broytingar í innihaldinum eru ikki ósannlíkar. Tí kunnu nakrar skrásettar kirkjur ikki longur prædika allan gleðiboðskapin.
”Eingin vil vera undir eftirliti á henda hátt. Men hinvegin, tað er so ógvuliga ymiskt frá staði til stað, hvussu reglurnar verða hondhevjaðar,” vísir Yuhua á. ”Nakrar skrásettar kirkjur nokta at seta upptøkutól upp inni í kirkjuni, og so hava myndugleikarnir í staðin sett upptøkutól uttanfyri.”
Summi kristin verða hildin at vera ein hóttan
Samansetingin av interneteftirliti og eftirlitsupptøkutólum er frálík fyri kommunistaflokkin, so hann kann hava tamarhald á kinesiska fólkinum. Vitlíki og software til at kenna andlit aftur verða brúkt at eyðmerkja fólk, sum koma framvið av tilvild, og í sama viðfangi ber til at fáa upplýsingar úr snildfonum, sosialum miðlum og øðrum keldum. Hetta brúka myndugleikarnir saman við einari ørgrynnu av øðrum databasum til eina sokallaða sosiala kredittskipan, har íbúgvar í Kina fáa stig fyri serliga góða atferð, og minusstig, um tey bróta reglurnar hjá stjórnini.
”Í sær sjálvum er hetta ikki ein spurningur um forfylging av kristnum; tí tøknin verður brúkt at eyðmerkja politiskar frávíkjarar ella aðrar sannlíkar hóttanir ímóti valdinum hjá kommunistaflokkinum. Men tað verður meira og meira sjónligt, at ið hvussu er nøkur kristin verða hildin at vera ein hóttan, og tí verða tey sett undir hert eftirlit, bara tí tey alment viðurkenna, at tey trúgva á Jesus,” staðfestir Ryan Hamm frá altjóða skrivstovuni hjá Open Doors.
Menniskjansligt snildi vinnur
Onnur autokratisk stýri hava við áhuga fylgt við, hvussu Kina hevur strembað eftir at hava tamarhald á fólkinum. Tann kinesiska KT-fyritøkan Huawei hevur selt eftirlitstøkni til bæði Pakistan, Brasilia, Meksiko, Serbia, Suðurafrika og Turkaland.
Menniskjansligt snildi verður tó altíð við yvirlutan, hóast tøknin í dag er ógvuliga framkomin, skrivar tann virðislønti amerikanski høvundurin Anne Applebaum í bókini ”Autokrati A/S”, og sigur frá einum dømi um tær spontanu mótmælisgongurnar, sum vóru nógva staðni í Kina orsakað av koronaavmarkingum:
”(Her) reistu fólk seg upp alment og sungu tann kinesiska tjóðsangin við serligum denti á hesa einu regluna: ’Reisið tykkum, tit sum nokta at vera trælir!’ Upptøkurnar komu víða um, tí spyware og filtur ikki fangaðu tjóðsangin sum samfelagshartandi” (síða 89-90).
Í Kina er altíð onkur máti.

Tíðindi

Grødd eftir ræðuleikar
Aftaná at Rikfatu var rænd og harðliga neyðtikin, gjørdist hon vónleys. Takkað veri umsorganini og samkensluni...

Hvør er støðan hjá Open Doors til amerikansku hóttanina um hernaðarlig tiltøk?
Nú forfylging av kristnum í Nigeria er komin í brennidepilin í mongum miðlum, eftir tað sum Trump segði í viku...

8 ting tú skalt vita um harðskapin í Nigeria
Hvat er tað, sum hendir í Nigeria? Harðskapurin móti kristnum er ógvusligur og við mongum og títtum álopum á b...