
WORLD
WATCH LIST
Forfylging av kristnum
World Watch List
Norður Korea
Somalia
Jemen
Libya
Sudan
Eritrea
Nigeria
Pakistan
Iran
Afganistan
India
Saudiarabia
Myanmar
Mali
Kina
Maldivurnar
Irak
Syria
Algeria
Burkina faso
Marokko
Laos
Móritania
Bangladesj
Usbekistan
Kuba
Miðafrikanskalýðveldi
Niger
Turkmenistan
Nikaragua
Meksiko
Oman
Etiopia
Tunesia
Demokratiska lýðveldi Kongo
Butan
Mosambik
Kasakstan
Tadsjikistan
Egyptaland
Katar
Komoroyggjar
Kamerun
Vjetnam
Turkaland
Kolumbia
Kyrgyzstan
Brunei
Chad
Jordan
Um World Watch List
Hví varð World Watch List stovnað í fyrsta lagi?
World Watch List varð stovnað í 1993 fyri strategiska planlegging. Eftir fallið av Jarnteppinum í november 1989, var orka til at víðka arbeiðið til onnur lond, har kristin vórðu forfylgd.
Leiðslan hjá Open Doors setti ein persón (1) til at gera kanningar um Open Door’s virksemi í londum, har tey longu vóru virkin, fyri at síggja um tey skuldu økja um sítt virksemi; (2) til at gera kanningar fyri at síggja um Open Doors manglaði lond, har forfylging var høg, og har tey ikki høvdu nakað virksemi enn.
Granskarin, sum varð settur, menti eitt einfalt spurnarblað fyri at meta um forfylgingarstøði í heiminum, sum førdi til framleiðslu av fyrstu World Watch List í januar 1993.
Hvørja søgu sigur World Watch List okkum um tey seinastu 30 árini?
Seinastu 30 árini hevur World Watch List víst okkum, at forfylgingin spreiðir seg. Vit síggja hetta í talinum av londum, sum fáa minst eitt minimumsvirði fyri forfylging, sambært okkara mannagongd.
Forfylgingin er eisini herd. Miðalstigið fyri Topp 50 londini fyri tann fyrsta WWL 1993 og seinasta WWL 2025, er økt við meira enn 25%.
Tað sum World Watch list vísir
Umframt forfylging í kommunistiskum og islamiskum londum, vísir World Watch List á forfylging av kristnum í buddhistiskum og hinduistiskum londum, sum Bhutan, Myanmar, Sri Lanka, India og Nepal. Tað vísir, hvussu samansett forfylging er:
- Ofta eru fleiri enn ein kelda til forfylging virkin í sama landi har ymiskar keldur kunnu yvirlappa ella styrkja hvør aðra.
- Forfylging kann stava frá fleiri bólkum, bæði statsligum og ella ikki-statsligum bólkum. Dømir um ikki-statsligar bólkar er egin (víðkað) familja ella væl skipaðir harðrendir átrúnaðarligir ella ideologiskir bólkar.
- Forfylging kann ávirka ymiskar bólkar av kristnum samfeløgum á ymiskan hátt alt eftir um tey eru kristin av søguligum uppruna ella eru umvend frá aðrari trúgv.
- Forfylging ávirkar kristin á ymiskan hátt á ymiskum lívsøkjum so sum privat, í familjuni, í nærsamfelaganum ella í tjóðini.
Forfylging hevur ikki altíð harðskap við sær. Hon kann vera meiri sofistikera, og virka gjøgnum alskyns trýst í dagliga lívinum hjá kristnum.
Hvussu fáa vit upplýsingar um lond við trygdartrupulleikum?
Vit finna altíð ein hvønn hátt til at fáa fatur í upplýsingunum, men mugu mangan halda tað loyniligt fyri at verja keldurnar.
Vit máta framvegis somu viðurskiftini, sum vit gjørdu at byrja við, men hava betra um amboðið, sum vit máta við og harvið eisini dáturnar, sum vit savna inn, og gagnnýta tær betri.
Viðvíkjandi amboðnum, hava vit professionaliserað mannagongdina við at brúka 4 ymsar svarmøguleikar til spurningarnar í spurnarblaðnum, og við at skipa spurningarnar eftir ymiskum økjum. Viðvíkjandi dátunum, hava vit ment metingarstøði fyri virksemi hjá Open Doors og teirra netverk í slíkum londum, og fyri nær serfrøðingar uttanfyri OD vera tiknir við. Meira enn 4,000 persónar eru við í framleiðsluni av World Watch list.
Tú kanst tí líta á World Watch List, tí mannagongdin vísir, hvussu nágreinilig og neyv gransking liggur undir. Mannagongdin verður eftirkannað av høgt virdu serfrøðini hjá International Institute of Religious Freedom. Stovnurin varð stovnaður í 2007 við tí endamáli at fremja trúarfrælsi fyri allar trúaráskoðanir frá akademiskum sjónarhorni.
Hvat hevur verið størsta hóttanin móti kristindóminum í londunum á World Watch List?
Størsta hóttanin móti kristindóminum sum framgongur av World Watch List er, at forfylging førir til einsemi, og heldur hon á óavbrotið, kann hon elva til vónloysi. Hetta er galdandi fyri harðskap. Harðskapur kann leiða til álvarsama persónliga sálarligan skaða og miss av øllum, sum ein hevur brúk fyri til at yvirliva. Tað er eisini galdandi fyri støðugt trýst, so sum happing í skúlum og miss av arbeiði sum eisini kann vera traumatiserandi og leiða til álvarsamar fíggjarligar trupulleikar.
Hóast hetta, siga sera nógv sum svara okkara spurnarblað, at størsta hóttanin kemur ikki uttanífrá, men innanífrá kirkjuni: “Verður næsta ættarlið fyrireikað til ta slag av forfylging, sum vit eru vitni til?” “Eru tey sterk í teirra trúgv og kenna tey Kristus og evangeliið væl?”
Hetta vísir, at mótstøðuføri kirkjunnar er eins avgerandi fyri framtíðina hjá kirkjuni í einum landi, sum støðið av forfylging. So, størsta hóttanin móti kirkjuni í londum við forfylging, er minkandi mótstøðuføri orsakað av óavbrotnari forfylging og kensluni av at vera svikin av restini av likami Kristusar.
Hvussu hevur World Watch List ávirkað royndirnar hjá forfylgdum kristnum?
World Watch List stuðlar missiónini hjá Open Doors um at tryggja, at eingin líður forfylging einsamallur, við at standa saman við teimum og á mongum støðum og á mongum pallum vera røddin hjá teimum, sum ikki hava rødd.
Vit seta álit okkara á, at arbeiðið okkara eggjar forfylgdum kristnum, tá tey hoyra og skilja, at neyð teirra er ikki ósædd – men tvørtur í móti sædd av mongum kring heimin.
Hvat hava vit lært av forfylgdu kirkjuni gjøgnum 30 ár?
Vit hava lært nógv av forfylgdu kirkjuni seinastu 30 árini:
- Verið hugreyst. Tað eru serliga kirkjur sum, sum eru virknar í at breiða út evangeliið, sum líða forfylging, men sum eisini tykjast at vera tær, sum er lívligar og vaksa hóast so mangar forðingar.
- Sannleikan í 1 Korintbræv 12:26-27: “Um ein partur líður, líður hvør partur við honum; “Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við. Men tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri.”
- Til tess at standa sterk í forfylging, er týdningarmikið at vera væl grundfest í Orði Guds og í bøn.