ISIS hóttir í Afrika

Vit ynskja hvørki at skapa ótta – ella at fremja islamistiska propaganda.

Tá vit tó skriva hetta uppslagið, er tað tí, tað vísir, at islamistar í Afrika fara beinleiðis eftir teim kristnu og í veruleikanum geva teimum einans trinni val: At venda um til islam, gjalda ella doyggja.

Tann islamistiski bólkurin ISIS hevur almannakunngjørt eina plakat við einari greiðari ávaring til tey kristnu í Afrika:


“Um kristin í Afrika ynskja at liva í tryggleika og sleppa undan drápunum, skulu tey vita, at okkara reina islam gevur teimum frælsi at velja millum trýggjar møguleikar.
Fyri tað fyrsta: Islam – og harvið gerast okkara brøður í iman [trúnni] við somu rættindum og skyldum.
Fyri tað næsta: At gjalda jizya [høvuðsskatt] í eyðmýking og undirgivni – og harvið vera spard blóð sítt og liva trygt í bygdum sínum.
Og fyri tað triðja: Um tey nokta bæði islam og jizya – so deyði og útlegd, sum tey hava  upplivað og liðið undir í mong ár.”

Við hesum váttar ISIS:

  • at teirra ætlan er at gera álop á kristin í Afrika
  • at átrúnaður er orsøkin til tey mongu álopini móti kristnum.

Nógv halda annars, at tað er mangul uppá land, fátækt, turrkur, hungur, veðurlagsbroytingar o.s.fr. sum eru orsøkirnar til mongu harðligu álopini í Afrika sunnanfyri Sahara. Eisini heldur stjórnin í Nigeria uppá hetta – hóast Nigeria er tað landið, har flest álop á kristin henda.

Men her fáa vit so eina greiða útsøgn frá sjálvum gerningsmonnunum um, at átrúnaður er høvuðsorsøkin til, at serliga kristin verða rakt.

Stuðla kristnum í Afrika – skriva undir, at teirra rættindi skulu verjast:

https://lnkd.in/dEtkvPmN

Tíðindi

24. juni 2026

Beatriz letur seg ikki steðga

Tá ið Beatriz gjørdist trúboðari í einum fíggindaligum øki mitt í Meksiko, hevði hon ongantíð ímyndað sær, at ...

Mexico
24. juni 2026

Ariana hjálpir vónbrotnum kvinnum til heilsubót

Ein myrdur svágur. Flýggjan fyri lívinum. Nýggj vón við trúnni á Jesus. Og seinast ein deyðshóttan frá beiggja...

Afganistan
24. juni 2026

Zakie fann Jesus, men misti næstan alt annað

AFGANISTAN: Tá ið Zakie fann trúnna á Jesus, misti hon næstan alt annað: familju, vinir og tryggleika. Taliban...

Afganistan