
24. juni 2026
Ariana hjálpir vónbrotnum kvinnum til heilsubót
Ein myrdur svágur. Flýggjan fyri lívinum. Nýggj vón við trúnni á Jesus. Og seinast ein deyðshóttan frá beiggja hennara. Lívið hjá Arianu hevur verið ógvisligt – men nú hjálpir hon øðrum afganskum flóttakvinnum aftur at finna vón, virðing og frið gjøgnum Guds nærveru.
Tá ið bróðirin ringdi hana upp, var tað júst so hóttandi, sum Ariana hevði óttast fyri: ”Eg havi hoyrt, at tú hevur svikið tín átrúnað og ert vorðin kristin. Um onkur er eftir tær, komi eg og bjargi tær. Men um tú veruliga hevur svikið tína trúgv, so komi eg og geri av við teg. Tað nervar meg als ikki, um eg skal sita í fongsli fyri lívið.”
Hvønn dag hongur henda hóttanin yvir høvdinum á Arianu – eisini um hon er flýdd til eitt grannaland. Og um hon verður førd aftur til Afganistan, sum so mong onnur verða, er deyðin henni vísur.
Hon hevur skift átrúnað. Hon er kvinna. Hennara frælsi, rødd og rættindi hava so gott sum ikki verið til, síðan hon var heilt lítil – og nú hevur trúarskiftið beint fyri tí seinasta av tí virði, sum hon hevði í familjunnar og samfelagsins eygum.
Eitt skelkandi loyndarmál
Heima í Afganistan kundi Ariana ikki ganga í skúla, arbeiða, sjálv velja sær hjúnafelaga ella fara heimanífrá uttan saman við mannligum verja. Síðan Taliban kom aftur til valdið í 2021, er lívið hjá kvinnum blivið ómetaliga avmarkað.
Ariana varð noydd inn í eitt hjúnalag. Og tað vísti seg, at hennara nýggja familja bar eitt skelkandi loyndarmál: Tey vóru kristin.
”Eg havi sæð fólk verða dripin, bert tí tey tosaðu við kristin. Og ein slaktari varð dripin, tí hann seldi einum kristnum kjøt”, sigur Ariana fyri at lýsa sín skelk um, at verfamiljan var kristin.
Verfamiljan slapp heldur ikki snikkaleys undan, men var fyri eini røð av harðligum álopum; millum annað varð svágur Arianu dripin av eini granat, sum varð tveitt inn í húsið klokkan 2 um náttina – og tí gjørdi øll familjan at enda av at flýggja. Undir lutfalsliga tryggum umstøðum í einum øðrum landi søgdu tey hinum í familjuni um sína trúgv á Jesus, og Ariana gjørdist kristin.
”Alt mítt lív havi eg verið vitni til, hvussu nógvari kúgan og trýsti muslimskar kvinnur liva undir – og tað hjálpti mær at síggja, at Jesus er vegurin, sannleikin og lívið,” greiðir Ariana frá. ”Sjálvt um eg eisini havi sæð kristnar kvinnur við muslimskari bakgrund verða neyðtiknar, bukaðar og alment útskammaðar, tí tær hava slept islam.”
Ein støðugur, lúrandi ótti
Ein av partnarunum hjá Open Doors í einum grannalandi hjá Afganistan fortelur: “Kristnar kvinnur í Afganistan eru heimsins mest marginaliseraðu fólk. Sjálvt um tær eru flýddar til eitt annað land, eru tær framvegis sera sárbarar. Tær noyðast at halda sína kristnu trúgv loyniliga, tí tær eru framvegis í vanda, tí at tær hava slept islam.”
Hjá Arianu merkir hennara kristna trúgv, at hon ikki sleppur at leiga ein bústað – og um hon so mikið sum nevnir Jesus, kann hon verða flutt aftur til Afganistan.
”Tað er okkara størsti ótti … at verða send aftur. Tí øll vita, at vit eru blivin kristin,” sigur hon við álvarsomum eygnabrái.
Hóttanin um forfylging og dráp er ein lúnsk og ræðulig nærvera í lívinum hjá Arianu, sum hevur rikið hana heimanífrá, tikið hennara frælsi og bjóðað hennara samleika av. Og hon er ikki tann einasta.
Guds nærvera ber frið
Um allan heimin eru kristnar kvinnur sum Ariana í tvífaldum vanda – bæði fyri sína trúgv og sítt kyn. Fleiri eru fyri harðskapi í heimum sínum, ólógligum handli og miðvísari misnýtslu. Men sjálvt um hesar kvinnur eru ógvuliga viðkvæmar, eru teirra líðingar ofta fjaldar.
Visjónin hjá Open Doors er at tryggja, at ein og hvør forfylgd kvinna verður sædd, virðismett og styrkt til at náa sínum gudgivnu møguleikum. Nýliga er Ariana byrjað at undirvísa øðrum flóttakvinnum í Bíbliuni. Nakrar eru kristnar, aðrar muslimar – men tær finna allar styrki í hesari treystu kvinnuni.
”Tær siga mær: Tá ið tú kemur, merkja vit frið,” sigur Ariana. “Eg veit, tað kemur ikki frá mær, tí eg eri ikki nakað. Tað er Guds nærvera, sum skapar frið í hesum truplu tíðum.”
Einki kann skilja okkum frá Guds kærleika
Tínar gávur og bønir kunnu hjálpa Arianu við at røkka fleiri kvinnum sum henni. Hon undirvísir kristnum kvinnum um teirra virði og samleika; hon veitir neyðhjálp, har tað er neyðugt; og hon venur kvinnur í dugnaskapi í ymiskum arbeiði, so tær sjálvar kunnu lívbjarga sær.
Nógvar forfylgdar kvinnur eru traumatiseraðar og vónbrotnar – men tín stuðul kann hjálpa teimum at lekjast aftur.
“Guds børn fara altíð at møta forfylging og líðing,” staðfestir Ariana. “Men einki kann skilja okkum frá Guds kærleika. Hann er altíð við okkum. Tað er tað, sum lívgar okkum og gevur styrki í teimum trupulleikum, sum vit standa í.”
* Navn broytt av trygdarávum.
Bið
- Bið um, at kvinnur sum Ariana ikki bert yvirliva, men eisini verða sum Ester í Bíbliuni, sum bjargaði sínum fólki við sínum dirvi.
- Bið um, at kristnar kvinnur í Afganistan fáa møguleikan at ferðast til eitt annað, tryggari land.
- Bið Gud nerta við hjartað hjá einum og hvørjum menniskja í Afganistan, so tey koma til trúgv á hann og læra hann at kenna.

Tíðindi

Beatriz letur seg ikki steðga
Tá ið Beatriz gjørdist trúboðari í einum fíggindaligum øki mitt í Meksiko, hevði hon ongantíð ímyndað sær, at ...

Zakie fann Jesus, men misti næstan alt annað
AFGANISTAN: Tá ið Zakie fann trúnna á Jesus, misti hon næstan alt annað: familju, vinir og tryggleika. Taliban...

Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða!
Gud havi lov! Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða! Ikki færri enn trý bumbuálop á kirkjur og í einum kristnum gr...