Beatriz letur seg ikki steðga

Tá ið Beatriz gjørdist trúboðari í einum fíggindaligum øki mitt í Meksiko, hevði hon ongantíð ímyndað sær, at forfylgingin fór at raka bert fáar vikur seinni. Men gávur og bønir frá kristnum kring um í heiminum halda henni uppi.

Tvey ára gamla dóttir Beatriz flenti, meðan hundurin sleikti henni um andlitið. Stutt eftir var skilligt, at okkurt ræðuligt var við at henda…

Ein granni hevði eitrað hundin, tí hann var óður um, at Beatriz sang Gudi lovsangir. Tann lítla gentan kom í lívshættisligan ovurviðkvæmis skelk, og alt í einum var Beatriz á veg móti sjúkrahúsinum, meðan hon bað Gud um at bjarga dóttrini.

Tey lata dyrnar aftur fyri okkum

Hendingin fór fram bert fáar vikur eftir, at Beatriz og maður hennara vóru flutt til Circle of Silence at arbeiða sum trúboðarar. Økið er eitt fjallalendi við 115 fátækum landspørtum mitt í Meksiko, og talið av íbúgvum er um 23 milliónir, men bert fá kristin.

Eykanavnið Circle of Silencekemur av, at tað bæði er torført og  vandamikið at tosa um trúnna á Jesus –  og narkokartellir, fátækdømi og sterkar átrúnaðarligar siðvenjur eru bert nakrar av teimum avbjóðingum, ið trúboðararnir møta. Samanblanding av katolisismu, okkultismu og andatrúgv hevur sterkt tak í fólki, og tað er ikki óvanligt, at kristin verða jagstrað. Eitt nú hava tey lokalu brent niður einastu kirkju í økinum.

“Vit kunnu ikki biðja, syngja ella tala alment um Jesus, og um tað eydnast at gera nýggj vinaløg, so verða hesi kvett, so skjótt fólk uppdaga, at vit eru kristin, “ greiðir Beatriz frá um viðurskiftini í bygdunum. “Tey lata heilt bókstaviliga hurðarnar aftur fyri okkum. Tað pínir,”

staðfestir hon.

Sár míni kunnu grøða onnur

”Maður mín segði, at vit hava misstikið okkum at koma higar,” greiðir Beatriz frá um samtaluna, ið tey bæði høvdu á sjúkrahúsinum, meðan dóttirin varð viðgjørd.

“Eg segði: Sjálvt um dóttir okkara doyr, verða vit verandi, tí Gud hevur kallað okkum higar. Eg veit ikki, hvaðani tann styrkin kom. Tað má hava verið Heilagi Andin.”

Fáar tímar seinni var dóttirin ikki longur í vanda. “Gud er trúfastur,” sigur Beatriz við einum smíli.

Nógv høvdu helst hugsað seg eyka um, eftir eina so skelkandi hending. Men í 2024 fór Beatriz at samstarva við Open Doors, og síðani tá hava gávur og bønir frá kristnum kring um í heiminum styrkt hesa djørvu kvinnu.

Beatriz hevur fingið frálæru, sum fyrireikar ein til at verða jagstraðan, og hon fær regluliga andaliga eggjan frá øðrum kristnum. Úrslitið er, at tænasta hennara millum kvinnur í økinum veksur.

“Gud vísti mær, at míni egnu sár kundu grøða onnur,” sigur Beatriz. “Her halda nógvar kvinnur, at tær eru virðisleysar og at ongin er góður við tær. Nakrar verða illa viðfarnar og sleptar upp á fjall. So eg setti meg í samband við kvinnurnar og greiddi teimum frá mínum vitnisburði. So við og við byrjaði Gud at endurreisa tær.”

Løn okkara er ævigt lív

Nú koma bólkar av kristnum regluliga saman við Beatriz at lesa í Bíbliuni og at biðja. Trúgvin veksur – og kvinnurnar kenna seg sæddar, virðismettar og styrktar.

Saman skriva tær eina nýggja søgu um vón í hesum myrka landsparti. “Kvinnurnar skilja spakuliga, at jagstranin hevur eitt endamál, at sjálvt Jesus var út fyri hesum, og at uttan mun til hvat hendir, er løn okkara ævigt lív við honum,” sigur Beatriz.

“Takk fyri, at tit standa saman við okkum. Bið um, at óttin ikki fær valdið og at hetta økið verður kent sum Circle of Hope í staðin fyri Circle of Silence.”

BIÐ:

Bið fyri Beatriz og húski hennara. Bið Gud verja tey og geva teimum mót.

Bið fyri kristnum kvinnum í Meksiko, sum verða jagstraðar.

Bið um vón í myrkrinum gjøgnum trúnna á Jesus í Circle of Silence.

Tíðindi

24. juni 2026

Ariana hjálpir vónbrotnum kvinnum til heilsubót

Ein myrdur svágur. Flýggjan fyri lívinum. Nýggj vón við trúnni á Jesus. Og seinast ein deyðshóttan frá beiggja...

Afganistan
24. juni 2026

Zakie fann Jesus, men misti næstan alt annað

AFGANISTAN: Tá ið Zakie fann trúnna á Jesus, misti hon næstan alt annað: familju, vinir og tryggleika. Taliban...

Afganistan
01. juni 2026

Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða!

Gud havi lov! Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða! Ikki færri enn trý bumbuálop á kirkjur og í einum kristnum gr...

Sýria