
04. november 2025
Hvør er støðan hjá Open Doors til amerikansku hóttanina um hernaðarlig tiltøk?
Nú forfylging av kristnum í Nigeria er komin í brennidepilin í mongum miðlum, eftir tað sum Trump segði í vikuskiftinum, um at hernaðarlig tiltøk vera umhugsað, so er viðkomandi at spyrja, hvørja støðu Open Doors hevur til slíka hóttan. Til tað er at siga, at vit virða fullveldið hjá hvørjari tjóð og vóna, at Trump-stjórnin og nigerianska stjórnin fara at samstarva konstruktivt um at finna mest effektivu strategiirnar fyri islamistiskan uppreistur. Sum tað mest umráðandi heita vit á nigeriansku stjórnina og altjóða samfelagið um beinanvegin at gera ítøkilig tiltøk fyri at bøta um tørvin hjá teim kristnu, sum hava verið óproportionelt rakt av harðskapinum. Vit standa saman við teimum, sum eru rakt, og biðja um at áhaldandi harðskapurin fær ein enda.

Tíðindi

Beatriz letur seg ikki steðga
Tá ið Beatriz gjørdist trúboðari í einum fíggindaligum øki mitt í Meksiko, hevði hon ongantíð ímyndað sær, at ...

Ariana hjálpir vónbrotnum kvinnum til heilsubót
Ein myrdur svágur. Flýggjan fyri lívinum. Nýggj vón við trúnni á Jesus. Og seinast ein deyðshóttan frá beiggja...

Zakie fann Jesus, men misti næstan alt annað
AFGANISTAN: Tá ið Zakie fann trúnna á Jesus, misti hon næstan alt annað: familju, vinir og tryggleika. Taliban...