Nigera|børnini dripin

Konan og børnini hjá Zachariah vórðu dripinnú biður hann fyri teimum, sum drupu teimum í drópu tey.

– nú biður hann fyri teimum, sum drupu tey

Í mai lupu hernaðarligir fulaniar á bygdina hjá Zachariah. Hús hansara vórðu brend niður, og konan og børnini lótu lív. Nú biður Zachariah Gud um at fyrigeva álopsmonnunum.

Í mai í 2023 vóru fleiri kristin samfeløg í Mangu-økinum fyri eini røð av ógvusligum álopum, sum kostaðu hundraðtals bygdarfólkum lívið, og tíggjutúsundtals fólk flýddu úr økinum. Brotsmenninir vóru fulaniar, sum róptu islamisk krígsróp undir álopinum.

Presturin Zachariah* var ein teirra, sum misti nógv undir álopunum. Hann var á veg heim frá eini ferð, tá hann hoyrdi um álopið.

”Tá eg endiliga kom heilt fram til bygdina, sá eg, at fólk gingu øvutan veg. Tey flestu teirra vóru skóleys og full í runu,” greiðir hann frá. Seinni skilti hann, at nógv av teimum, sum vóru sloppin undan álopsmonnunum, høvdu verið noydd at grulva ígjøgnum runu fyri at sleppa burtur.

“Eg møtti fleiri særdum fólkum, og eg sá lík liggja á vegnum. Øll húsini, sum eg sá, vóru brunnin – eisini mítt egna, sum var brunnið heilt í grund. Eg leitaði eftir konuni og børnunum, men fann tey ikki. Ikki fyrrenn eg hugdi í køkin, sum lá í eini smáttu fyri seg sjálvan, fann eg teirra lívleysu kroppar. Tann dagin græt eg sum ongantíð fyrr.”

Hví, Gud?

Sum prestur hevur Zachariah verið noyddur at hjálpa limunum í meinigheitini og ugga teir í missi teirra, samstundis sum at hann stríddi við sína egnu sorg. Og tað var ikki altíð so lætt, tí tá fólk settu spurningar við Gud og kærleika hansara, gav tað sterkt endurljóð í Zachariah’sa egna hjarta.

”Fyri at vera heilt erligur, kendi eg tað so, at Gud var farin frá mær. Um hann hevur tamarhaldið, hví hevur hann so loyvt hesum álopunum? Hví tók hann ikki ábyrgd fyri støðuni?”

Partafólk hjá Open Doors á staðnum fóru út til Zachariah og hini kristnu í økinum við ráðgeving og traumahjálp, og tí hevur Zachariah havt stórt gagn av.

”Frálæran hevur uppmuntrað meg nógv, og eg biði nú Gud um at fyrigeva álopsmonnunum, og at teir koma inn í Guds ríki,” sigur hann. ”Um eg ikki hevði fingið ráðgeving og traumahjálp, hevði eg framvegis havt ilt við at sova og hugsavna meg, tí at tankar mínir alla tíðina vendu aftur til álopini. Men nú havi eg fingið frið innií mær.”

BIÐ

· Bið fyri Zachariah. Bið Gud ugga og styrkja hann. Bið eisini fyri tí kirkju, sum hann tænir.

· Bið fyri Nigeria. Bið um, at tann ógvusliga framferðin móti kristnum heldur uppat.

Tíðindi

20. september 2024

kINA: FYRIREIKA LEIÐARA TIL FORFYLGING

Í mars í ár varð ein trý-daga fyrireikingarvenjing fyri forfylging hildin í miðal Kina. Umleið 50 kirkjuleiðar...

17. januar 2024

pakista|grátur og grøðing

Grøðing av sálarløstum við hjálp frá bíbilskum meginreglum er í miðdeplinum á nøkrum av teimum sokallaðu vónar...

Pakistan
05. januar 2024

somalia | 100 ferðir

Ayesha: ”100 ferðir gjørdi eg av fara frá Jesusi … men eg kundi ikki” Prísurin varð høgur fyri Ayeshu, tá hon ...

Nigeria