
19. november 2023
jemen Svaki maðurin “
“Svaki maðurin ” letur ikki hóttanir eftir lívinum steðga sær
Jemen: Saleh er handtikin, sligin og hóttur eftir lívinum, tí hann virkar sum kristin leiðari. Tey kristnu í Jemen kalla hann fyri “svaka mannin”, tí tað er einki, sum steðgar honum; mótgongd fær hann bara at virka við enn størri sannføring.
Við hvørt komu deyðahóttanir sum sms. Onkuntíð ringdi onkur við teimum, men altíð vóru boðini tey somu:
“Tey leita eftir tær, og tað er bert ein spurningur um tíð, til tú verður funnin. Tú ert deyður. Dagar tínir eru taldir. Vit vita, hvat tú ger, gevst, áðrenn tað er ov seint.”
Saleh* visti væl, hví boðini komu. Beiggi hansara Issam* og ein ungur maður frá somu hússamkomurørslu í Jemen, sum Saleh, ið byr í grannalandinum, er leiðari fyri, var horvin.
Ætlanin var, at teir skuldu møtast og læra ein bólk av nýumvendum kristnum, sum vildu verða doypt. Men knappliga hendi tað, at Saleh, sum hevði ferðast til eitt trygt stað í Jemen, ikki fekk fatur á teimum.
Seinasta dagin, sum teir eftir ætlanini skuldu vera í Jemen, ferðaðust teir til ein havnabý í nánd at doypa tey nýggju trúgvandi, sigur Saleh frá.
“Teir sendu mær boð um, at teir vóru komnir í bussin og vóru á veg. Eftir tey boðini hoyrdi eg einki aftur frá teimum.”
Eg var fyltur av ótta
Saleh setti eina kanning í verk, og til endans fann hann útav, at hesir báðir mennirnir vóru handtiknir og ákærdir fyri at fella frá islamisku trúnni og at taka lut í kristiligum virksemi. Løgreglan hevði steðga bussinum á veg til havnabýin, handtikið Issam og unga mannin og tikið telefonirnar og samleikaprógvini hjá teimum. Síðani vórðu teir fongslaðir og sluppu ikki at boða nøkrum frá, hvar teir vóru.
Á telefonini hjá Issam og hinum unga manninum vóru telefon-nummur og adressur hjá fleiri kristnum, har ímillum hjá Saleh. Tað var tí, at hóttanir nú komu.
Familjan hjá honum bað hann skjótast møguliga fara úr Jemen og heim – øll vistu, at tað var ov vandamikið hjá honum at vera verandi har. Navnið hjá honum var saman við fleiri øðrum nøvnum sent til myndugleikarnar í øllum landinum, og tað var bert ein spurningur um tíð, til hann fór at vera tikin við onkra eftirlitsstøð. Saleh var tó í iva.
“Um eg flýggi, so eri eg eitt vánaligt vitni fyri hini kristnu. Eg lætst ikki at vera bangin, men innast inni var eg hjartkiptur. Eg eggjaði teimum kristnu at vera sterk og djørv og áminti tey um, at vit vistu, at hetta fór at henda, tá vit valdu at fylgja Jesusi.
Gud gjørdi eitt undur
Í 2 mánaðir goymdi Saleh seg í Jemen, meðan beiggi hansara og ungi maðurin vóru í fangahúsi. “Hetta vóru harðir dagar fyri meg,” minnist hann.
“Eg græt í tímavís. Tað vóru dagar, sum vóru heldur frægari, tá eg var sterkur og vónríkur, men tað vóru aðrir, tá eg kendi meg veikan, at tað var eg, sum hevði skyldina og var hugtungur. Men eg føldi Guds nærveru, og fleiri systrar og brøður frá alheims samkomuni, ringdu og smsaðu til mín og eggjaðu mær og bóðu saman við mær”.
2 mánaðir seinni vóru Issam og ungi maðurin leyslatnir.
“Gud gjørdi eitt undur”, segði Saleh.
“Hann broytti hjartað hjá einum valdsmiklum manni, sum í fyrstuni vildi, at teir skuldu verða dripnir. Men ístaðin hjálpti hann teimum út úr fongslinum. Tað var ikki, fyrr enn tá teir vóru leysir aftur, at eg sá, hví Gud loyvdi hesum. Issam og hin ungi maðurin hildu fram við síni tænastu inni í fongslinum, og Gud leiddi nógvar fangar til trúgv ígjøgnum teir.
Ættarbólkurin kom til hjálpar
Sum frá leið, gjørdist vandin minni, og Saleh slapp heim aftur til sítt land. Har hevði hann búð í nøkur ár. Í fyrstani hevði hann búð í eini flóttafólkalegu, hann hevði tosað opið um sína trúgv á Jesus, og nógv, sum hoyrdu hann, gjørdust kristin.
“Tey kendu meg sum mannin, sum kennir Jesus,” sigur hann smílandi.
Hann hugsaði tó altíð um Jemen. Hann elskaði sítt heimland, ið orsakað av borgarakrígnum var kent um allan heimin sum eitt stað, har fólk liðu neyð – og hann fór at tosa við Gud um, hvussu hann kundi halda fram at fortelja fólki í Jemen um Jesus.
Hetta hevði hann gjørt, frá tí at hann var heilt ungur og sjálvur gjørdist kristin. Hann og ein annar ungur maður blivu kendir sum “teir svøku mennirnir”, tí at teir regluliga stóðu framman fyri moskuna á staðnum og tosaðu við fólk um trúnna á Jesus. Seinni fóru teir at ferðast runt um í landinum og fortelja um Jesus.
Í Jemen kann mann ikki gera slíkt, uttan at tað fær fylgjur fyri ein. Teir vórðu handtiknir og ákærdir fyri at vera falnir frá Islam – nakað, sum kann hava deyðarevsing við sær. Men ættarbólkurin, sum teir vóru partar av, vardi teir – at vera trúgvur móti sínum ættarbólki er nakað av tí týdningarmesta í mentanini í Jemen.
Tað er hússamkoma – ella eingin samkoma
Saleh gjørdi av at byrja eina rørslu við hússamkomum í Jemen. 70 prosent av teimum kristnu í landinum koma ikki regluliga saman (ella kunnu ikki) – annaðhvørt av trygdarávum, ella tí at tey ikki kenna onnur kristin. Hússamkomur eru einasti háttur, at kristin kunnu koma saman í Jemen.
Saleh byrjaði at ferðast frá heimi sínum í Jemen. Hann “pendlaði” aftur og fram at vitja kristin í Jemen, fyri at styrkja tey og eggja teimum. Tí var tað, at hann var á einum loyniligum staði í Jemen, tá beiggi hansara og hin ungi maðurin hvurvu, og deyðahóttarnir byrjaðu at koma inn á telefonina.
Í løtuni eru umleið 70 familjur í netverkinum í Jemen, sum Saleh tænir. Saman við einum, sum arbeiðir hjá Open Doors, hjálpir hann við at finna trygg støð at koma saman, umframt at tey fáa medisinska hjálp, traumahjálp og ferðing. Harumframt gevur hann teimum matvørur og bíbliuundirvísing.
“Tey kalla meg “svaka mannin”, tí øll vita um tær hóttanir, eg fái, og annað, sum hendir mær. Men mótstøðan, eg møti, eggjar mær bara enn meira at fortelja fólki um trúnna á Jesus í Jemen”, slær hann fast.
BIÐ
Bið fyri Saleh. Bið um Guds varðveiðslu, styrki og at Gud má signa hann.
Bið fyri teimum kristnu, sum sita í fangahúsi. Bið Gud um at styrkja tey og teirra avvarandi.
Bið um, at Gud má opna dyr, so tey kristnu í Jemen trygg kunnu savnast
Tíðindi

kINA: FYRIREIKA LEIÐARA TIL FORFYLGING
Í mars í ár varð ein trý-daga fyrireikingarvenjing fyri forfylging hildin í miðal Kina. Umleið 50 kirkjuleiðar...

pakista|grátur og grøðing
Grøðing av sálarløstum við hjálp frá bíbilskum meginreglum er í miðdeplinum á nøkrum av teimum sokallaðu vónar...

Nigera|børnini dripin
Konan og børnini hjá Zachariah vórðu dripin – nú biður hann fyri teimum, sum drupu teimum í drópu tey. – nú bi...