
01. juni 2026
Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða!
Gud havi lov! Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða!
Ikki færri enn trý bumbuálop á kirkjur og í einum kristnum grannalagi í Sýria vórðu forðaði í hesum mánaðinum. Tey kristnu eru takksom fyri, at bumburnar ikki brustu – men ótti breiðir seg teirra millum.
Er tað trygt hjá mær at ganga í kirkju?
Hetta spyrja mong sýrisk kristin seg sjálvi eftir eitt bumbuálop í juni 2025, har 22 kristin vórðu dripin undir eini sunnudagsgudstænastu í Saint Elias kirkjuni í Damaskus. Ótti og angist hava breitt seg, og fólk eru sera bangin.
Soleiðis var eisini tann 13. mai í ár, tá ein sýrisk ortodoks kirkja í Aleppo var fylt við syrgjandi til eina jarðarferð. Ein rustaður bilur koyrdi inn í kirkjugarðin til at flyta kistuna víðari til gravstaðin. Tá datt við eitt ein lutur undan bilinum, sum beinanvegin vakti illgruna millum tey, sum vóru til staðar. Táið hetta var kannað nærri, vísti tað seg at vera ein heimagjørd bumba! Ræðslan breiddi seg beinanvegin og fólk flýddu av økinum, meðan løgreglan varð boðsend.
Bumbuserfrøðingar komu stutt eftir og staðfestu, at talan var um veruligt spreingievni. Hevði bumban sprongst undir jarðarferðini, høvdu mong doyð ella veri særd.
“Vit takka Gudi fyri, at bumban datt undan bilinum, áðrenn hon brast. Annars hevði tað enda sum hópdrápi – vit eru heppin at vera á lívi,” sigur ein av luttakarunum í jarðarferðini.
Sama vikuskiftið varð eisini eitt annað bumbuálop steðgað í Damaskus. Sambært sýriskum myndugleikum varð ein kvinna handtikin, tá hon royndi at seta eina bumbu nærhendis griksk-ortodoksu Mariamit-dómkirkjuni í Gamla Býnum. Spreingievnisløðingin varð tó tikin sundur, áðrenn hon brast so eingin fekk skaða. Umframt kvinnuna vórðu fýra menn handtiknir í málinum.
Nakrar dagar seinni, tann 19. mai, varð ein bumba funnin framman fyri einum almennum bygningi í kristna grannalagnum Bab Sharqi í Damaskus. Meðan hon var tikin sundur, brast ein onnur bilbumba nærhendis. Spreingingin elvdi til stóran ognarskaða og særdi fleiri sivilfólk.
Sum úrslit av akutta vandanum valdu kirkjur í økinum at avlýsa gudstænastur og virksemi sama dag. Nógvir íbúgvar eru framvegis ørkymlaðir av hendingunum.
Hesar hendingar undirstrika, at kristin í Sýria framvegis liva undir ótryggum umstøðum, eisini tá tey savnast til bøn og tilbiðjan. Tørvur er tí á, at kristin um allan heim standa saman við teimum í bøn.
Bøn
- Takka Gudi fyri at omanfyrinevndu bumbuálop vórðu forða
- Bið um verju fyri tey kristnu í Sýria, tá tey savnast í kirkjum sínum
- Títtu álopini skapa stóran ótryggleika. Bið Gud fylla tey kristnu við sínum friði.
- Biðið um at myndugleikarnar skulu vera førir fyri at fyribyrgja álopum og ansa eftir trygdini hjá fólkinum.

Tíðindi

Glotti av vón
Meðan “Reis teg upp, Afrika”-herferðin fer inn í triðja av seks árum, hyggja vit afturá, hvønn týdning hjálpin...

Grødd eftir ræðuleikar
Aftaná at Rikfatu var rænd og harðliga neyðtikin, gjørdist hon vónleys. Takkað veri umsorganini og samkensluni...

Hvør er støðan hjá Open Doors til amerikansku hóttanina um hernaðarlig tiltøk?
Nú forfylging av kristnum í Nigeria er komin í brennidepilin í mongum miðlum, eftir tað sum Trump segði í viku...