
23. oktober 2025
ISIS hóttir í Afrika
Vit ynskja hvørki at skapa ótta – ella at fremja islamistiska propaganda.
Tá vit tó skriva hetta uppslagið, er tað tí, tað vísir, at islamistar í Afrika fara beinleiðis eftir teim kristnu og í veruleikanum geva teimum einans trinni val: At venda um til islam, gjalda ella doyggja.
Tann islamistiski bólkurin ISIS hevur almannakunngjørt eina plakat við einari greiðari ávaring til tey kristnu í Afrika:
“Um kristin í Afrika ynskja at liva í tryggleika og sleppa undan drápunum, skulu tey vita, at okkara reina islam gevur teimum frælsi at velja millum trýggjar møguleikar.
Fyri tað fyrsta: Islam – og harvið gerast okkara brøður í iman [trúnni] við somu rættindum og skyldum.
Fyri tað næsta: At gjalda jizya [høvuðsskatt] í eyðmýking og undirgivni – og harvið vera spard blóð sítt og liva trygt í bygdum sínum.
Og fyri tað triðja: Um tey nokta bæði islam og jizya – so deyði og útlegd, sum tey hava upplivað og liðið undir í mong ár.”
Við hesum váttar ISIS:
- at teirra ætlan er at gera álop á kristin í Afrika
- at átrúnaður er orsøkin til tey mongu álopini móti kristnum.
Nógv halda annars, at tað er mangul uppá land, fátækt, turrkur, hungur, veðurlagsbroytingar o.s.fr. sum eru orsøkirnar til mongu harðligu álopini í Afrika sunnanfyri Sahara. Eisini heldur stjórnin í Nigeria uppá hetta – hóast Nigeria er tað landið, har flest álop á kristin henda.
Men her fáa vit so eina greiða útsøgn frá sjálvum gerningsmonnunum um, at átrúnaður er høvuðsorsøkin til, at serliga kristin verða rakt.
Stuðla kristnum í Afrika – skriva undir, at teirra rættindi skulu verjast:

Tíðindi

Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða!
Gud havi lov! Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða! Ikki færri enn trý bumbuálop á kirkjur og í einum kristnum gr...

Glotti av vón
Meðan “Reis teg upp, Afrika”-herferðin fer inn í triðja av seks árum, hyggja vit afturá, hvønn týdning hjálpin...

Grødd eftir ræðuleikar
Aftaná at Rikfatu var rænd og harðliga neyðtikin, gjørdist hon vónleys. Takkað veri umsorganini og samkensluni...