
24. juni 2026
Zakie fann Jesus, men misti næstan alt annað
AFGANISTAN: Tá ið Zakie fann trúnna á Jesus, misti hon næstan alt annað: familju, vinir og tryggleika. Taliban forfylgdi manni hennara við pínslu og harðskapi, og at enda mátti familjan flýggja. Nú hjálpir Zakie øðrum afganskum flóttakvinnum til trúgv, mót og vón.
Ein sodavatnsfløska, ið var helt út frá einari íbúð høgt uppi, sproytaði niður á høvdið á Zakie, meðan hon gekk til hús. Hon hugdi upp og sá ein stóran drong skunda sær burtur.
Andlitið á Zakie brann í eyðmýkt, og hon skundaði sær víðari.
”Eg var ógvuliga øst, tá ið eg kom heim, og eg spurdi Gud: Harri, hvat havi eg gjørt, so at øll eru eftir mær?” sigur hon frá.
Tað var ein ótýdlig løta. Men tað, sum Zakie ikke visti, var, at tað bara var byrjanin til eitt tíðarskeið við so ógvisligari forfylging, at tað at enda hótti við at oyðileggja allan hennara lívsneista.
Friður og fíggindskapur
Zakie skifti trúgv til kristindóm, eftir at hon sá broytingarnar í manni sínum, tá ið hann bleiv kristin.
“Í islamsku trúnni verður kvinnan altíð sædd sum undirgivin uttan rættindi ella fyrimunir,” greiðir Zakie frá. “Men tá ið eg bleiv kristin, fullu leinkjurnar av mær, og eg fekk ein innara frið.”
Hetta skiftið var ómøguligt at halda loyniligt fyri familju og staðbundna samfelagnum. Og reaktiónirnar sóust alt fyri eitt, og tær vóru ógvisligar, tí at venda sær burtur frá islam verður fatað sum eitt svik ímóti bæði familju og mentanini.
Til dømis noktaðu aðrar mammur knappliga Zakie at halda teirra børnum, og tær søgdu við børn síni: Haldið tykkum burtur frá henni, hon er ein vánalig kvinna. Hon er vantrúgvandi.
Fíggindskapurin stakk djúpt. Sjálvt børnini hugdu at henni við andstygd – og ein helti so eisini eina sodavatn út yvir hana.
Hon slapp heldur ikki til eina jarðarferð í familjuni, og besta vinkona hennara, sum var kristin í loyndum og sum Zakie í loyndum hevði gingið í kirkju saman við, kvetti sambandið við hana ígjøgnum eini sms-boð:
Maður mín sigur: ”Síggi eg teg saman við Zakie aftur, skeri eg oyruni og nøsina á tær av og tveiti teg út.”
Pínsla og endaleys flýggjan
Forfylgingin vísti seg skjótt at gerast harðlig. Trúarskiftið hjá familjuni varð meldað til Taliban, sum tvær ferðir handtók hann við følskum ákærum um, at hann njósnaðist fyri Iran og hevði vápn í varðhaldi. Taliban helt honum aftur í tilsamans fýra mánaðir, har teir pínslaðu hann, áðrenn hann aftur varð leyslatin at liva eitt lív í endaleysari flýggjan.
”Tey ætlaðu at drepa okkum og burturføra døtur okkara, so vit máttu allatíðina flyta okkum. Vit svóvu á einum nýggjum staði hvørja nátt,” sigur Zakie.
Til endans fann Taliban tey tó.
“Vit vóru farin til skyldfólk okkara,” sigur Zakie. “Tá ið vit fóru út úr húsinum, steðgaði ein motorsúkkla á vegnum framman fyri okkum. Ein maður fór av súkkluni og skeyt mann mín, sum varð særdur og fluttur á sjúkrahús. Hann yvirlivdi tíbetur. Somu nátt flýggjaðu vit úr Afganistan.”
Avgerðin var ósigandi torfør. Zakie hevði ábyrgdina av at passa eitt pinkubarn, sum bara var tríggjar dagar, og sín særda mann, men tað var vorðið ov vandamikið at verða verandi. So familjan søkti sær skjól í einum øðrum landi í Miðasia.
Jesus er alt fyri meg
Nú brúkar Zakie ein stóran part av síni tíð at stuðla og hjálpa øðrum afganskum kvinnum, sum eru flýggjaðar til grannalondini. Tær hittast undir viðurskiftum, sum líkjast húskirkjum.
“Nógvar teirra hava upplivað trauma, men eg luti Guds orð og Guds kærleika við tær,” sigur Zakie.
Takkað veri bønum og gávum frá kristnum runt knøttin, fáa hesar kvinnur nú undirvísing, bókmentir og praktiska hjálp. Tað er við at endurreisa tær, og tað gevur teimum mót at liva tað lív, sum Gud hevur ætlað teimum.
“Jesus er alt fyri meg,” slær Zakie fast. “Tað, sum gevur mær vón er, at eg havi funnið tann livandi Gud, og eg havi eitt tætt samband við hann. Tað gevur mær gleði. Í eini og hvørjari støðu er Gud við mær”.
BIÐ
- Bið Gud um at halda fram at brúka Zakie at røkka út til afganskar kvinnur.
- Bið um, at bólkurin av kvinnum, sum Zakie leiðir, finnur eitt varandi stað at hittast – og bið um bíbliur til kvinnurnar.
- Bið fyri kristnum kvinnum, sum enn eru í Afganistan, og sum fylgja Jesusi í loyndum.

Tíðindi

Beatriz letur seg ikki steðga
Tá ið Beatriz gjørdist trúboðari í einum fíggindaligum øki mitt í Meksiko, hevði hon ongantíð ímyndað sær, at ...

Ariana hjálpir vónbrotnum kvinnum til heilsubót
Ein myrdur svágur. Flýggjan fyri lívinum. Nýggj vón við trúnni á Jesus. Og seinast ein deyðshóttan frá beiggja...

Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða!
Gud havi lov! Trý bumbuálop í Sýria vórðu forða! Ikki færri enn trý bumbuálop á kirkjur og í einum kristnum gr...